Hóast vit bæði hava havt norðoyastevnu í Klaksvík og bátastevnu í Vestmanna um vikuskiftið, hevur seinasta samdøgrið verið stak friðarligt hjá løgregluni.
- Seinasta samdøgrið hevur einki av nøkrum verið, sum hevur almenna áhuga, og her hevur snøgt sagt verið “púra róligt”, veit vaktleiðarin at siga í morgun.
Sum skilst á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum hava fólk eftir øllum at døma skikkað sær væl og ferðslan hevur, sum tikið plagar at vera til, gingið sum eftir ánni.











