Tað góða er at vera um hvønn annan

Countrysangarin Hallur Joensen heldur jól í Danmark

Countrysangain Hallur Joensen úr Klaksvík svarar spurningum um jól og jólahald.

 

 

 

Hvussu fara tit at halda jól í ár?

 

– Vit vera í Danmark og halda jól saman við børnunum í ár. Sonurin Alex býr í Herning, og vit skulu vera hjá honum í ár. Tá ið vit øll eru samlað, dótturin Jessica býr í Aalborg, plaga vit at hugna okkum við gittari og sangi, spølum og ikki minst góðum mati. Annars halda vit vanlig siðbundin jól.

 

 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

­– Jólini hava stóran týdning fyri okkum. Vit fara altíð í kirkju jólaaftan og gleðast um, at Jesus var føddur.

 

 

 

Hvat er serliga gott við jólum?

 

– Tað serliga góða við jólum er, at vit øll geva okkum stundir at vera um hvønn annan. Onki er meira hugnaligt, enn at vit øll eru samlað, jólatræið er tendrað, alt ímeðan kavaflykrur detta spakuliga niður úr luftini. Ongin skal út av húsinum, og alt er róligt og hugnaligt – tað er gott! Eisini haldi eg tað vera so einastandandi gott við øllum ljósunum, sum verða tendrað í hesi myrku árstíðini.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi við jólum?

 

– Tað kundi ivaleyst verið nógv ting, um man vil, men eg dugi ikki at svara upp á hetta. Eg ynski, at øll mugu fáa eini gleðilig jól.

 

 

 

Hvør er munurin millum at halda jól uttanlands og í Føroyum?

 

– Fyri okkara viðkomandi er lítil og ongin munur, um vit eru í Føroyum ella Danmark. Sjálvandi, vit hava familju í øðrum londum, og ein vil altíð vera saman við sínum kæru, serliga jólaaftan, tað vil so vera. At syngja «Gleðilig jól« jólaaftan í Christianskirkjuni, tað leingist eg eftir, um eg ikki eri heima.