Tað eru vánalig útlit til friðarsamráðingar

Samráðingarnar millum Ukraina og Russland steðgaðu upp eftir óhugnaligu avdúkingarnar í býnum, Butsja og Borodjanka.

Volodymyr Zelenskyj stúrir fyri, at støðan í Mariupol kann vera nógv verri enn í Butsja og Borodjanka.

Í einari samrøðu ger forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, greitt, at um teir, sum verja býin Mariupol, verða beindir av vegnum, verður tað endin á friðarsamráðingunum við Russland.

 

Tað skrivar ukrainska Pravda.

 

Samráðingarnar millum Ukraina og Russland steðgaðu upp, eftir óhugnaligu avdúkingarnar í býnum, Butsja og Borodjanka, har mong sivilfólk eru skotin og dripin av russiska hersetingarvaldinum.

 

Volodymyr Zelenskyj stúrir fyri, at støðan í Mariupol kann vísa seg at vera nógv verri enn í Butsja og Borodjanka, og tá ukrainska verjan í býnum er beind av vegnum, fer hetta at gera samráðingarnar ómøguligar.

 

Mariupol hevur verið kringsettur síðan russisku innrásina í Ukraina, og framvegis eru í tíggjutúsundatali av sivilfólki í sundurbumbaða býnum, og humaniteru viðurskiftini eru út av lagi vánalig.

 

Men, hóast hetta hevur russiski herurin enn ikki megnað at fáa fult tamarhald á býnum, sum liggur í eystari parti av landinum og í Donbas-regiónini, har russiski herurin serliga brúkar sína orku í løtuni.

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj stúrir fyri, at støðan í Mariupol kann vera nógv verri enn í Butsja og Borodjanka.