Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur, at Magnus Rasmussen, er ein góður maður at loysa tey málini, sum liggja fyri framman.
Tað segði hann, nú Helgi Abrahamsen, hevur lagt sær sum landsstýrismaður í umhørvis- og vinnumálum. Samstundis er tað greitt, at tað verður Magnus Rasmussen, sum hevur verið tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum verður nýggjur landsstýrismaður fyri Helga Abrahamsen.
Bárður á Steig Nielsen vil ikki vera við, at Helgi Abrahamsen er skiftur út tí at hann hevur fingið ov lítið burtur úr. Men hann ásannar samstundis, at tað serliga eru tvey stórmál, sum ikki eru loyst, sum tað verða tvær av fremstu uppgávunum hjá nýggja landsstýrismanninum at loysa.
Tað fyrra málið er spurningurin um rættin til at ganga í náttúruni. Tað er eitt stórt mál, sum tað hevur gingið strilti at loysa.
Tað stendur í samgonguskjalinum, at tað málið skal loysast í semju við allar partar, og tað er serstakliga torført, tí áhugamálini hjá ferðavinnuni og bóndum eru so ymisk. Og Helgi Abrahamsen hevur eisini víst á, at heldur ikki innanhýsis í samgonguni er semja.
Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta er eitt mál, ið skal loysast sum skjótast. Hann ásannar, at málið er ringt at loysa, tí áhugamálini eru so ymisk, men hann vónar, at Magnus Rasmussen hevur evnini til at loysa tað í sátt og semju ímillum bøndur og ferðavinnu.
Sjálvur vildi Magnus Rasmussen ikki siga, hvørja áskoðan hann hevur, men hann leggur dent á, at tað verður neyðugt at fáa politiska semju um málið.
Men løgmaður sigur, at líkt er til, at ein semja er á veg um at ferðast í náttúruni. Og hansara sjónarmiðer, at í hvussu so er føroyingar, skulu sleppa at at ganga í náttúruni, uttan at rinda fyri tað.
Og hann heldur, at tað verður neyðugt at skipa hetta økið, tí eydnast tað ikki, fáa vit bara enn fleiri gjaldsportur, og so sleppa føroyingar kanska ikki at ferðast í náttúruni.
Løgmaður sigur, at hitt stórmálið er at fáa ferð á ta grøna orkuskiftið og at skilja elnetið frá Sev, so at privat elfeløg eisini kunnu gera streym inn á netið, uttan at Sev hevur nakra ávirkan. Sum borgarstjóri hevur Magnus Rasmussen innlit, og góð sambond, til at loysa tað málið, heldurløgmaður
Eitt triðja mál er at loysa trupulleikin við troti á arbeiðsmegi.