Tað er skylda Nyrups at vitja í Føroyum

- Um Ríkisfundurin hevur nakran týdning, so krevur tað m.a. av forsætisráðharranum, at hann kunnar seg um viðurskiftini í øllum pørtumr av ríkinum, sigur Marita Petersen

- Poul Nyrup Rasmussen skuldi verið komin hendavegin fyri langari tíð síðan. Skal nakað leggjast í týdningin av ríkisfelagsskapinum, so átti tað at verið m.a. at forsætisráðharrin kunnar seg um viðurskiftini í ríkinum.

- Sjálavndi er tað óheppið, at Nyrup kemur hendavegin beint áðrennn bankakanningin verður almennakunngjørd, og aftaná at sendirøðin um bankamálið hevur verið í SvF, so vit sluppu undan tí spentu støðuni,sum nú valdar., sigur Marita pðetersen.

Hon vil ikki gera viðmerkingar til politisku flokkarnar, sum ikki vilja tosa við Nyrup, men sigur bert, at hvat hinir flokkarnir gera, mugu teir sjálvr um.

- Tað skaðar kortini ongan at tosa við fólk og føra síni sjónarmið fram, sigur hon.

- Um Ríkisfundin hevur týdning, veit eg ikki. Vit fáa einki at vita um, hvat verður viðgjørt á fundinum. Vit vita heldur ikki, hvat teir tríggir leiðararnir tosa um. - Einki er, so vítt eg veit, komið út, hvørki frá Edmundi Joensen ella Paula Ellefsen í síni tíð, sigur Marita Petersen, og leggur aftrat, at hesir fundir ikki vóru hildnir í hennara løgmanstíð.

- Hevði tú sum løgmaður tikið ímóti Nyrup?

- Løgmaður hevur skyldu at taka ímóti honum, hóast tað fundurin er í óhepnum tíðarskeiði. Um viðurskiftini í sambandi við bankamálið, so kunnu vit bert tosa um úrslitið av kanningini, tá hon kemur.

- Um ríkisfelagsskapurin hevur týdning, krevur hann at forsætisráðharrin kennur allar ríkispartar.

-Tí skuldi hann verið komin hendavegin fyri langari tíð síðan.