Tað siga tey í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung. Familjan skal raðfestast - eisini, tá tað onkuntíð er neyðugt at siga nei til okkurt annað.
- Skal familjan trívast, er neyðugt at brúka tíð saman. Tískil er onkuntíð neyðugt at velja familjuna framum okkurt annað.
Í Gigni vísa tey á, at barnið mennist í sampæli við onnur, og tí er tað eisini neyðugt, at foreldrini eru til staðar, eisini mentalt.
- Hetta hevur við sær, at vit mugu læra okkum at leggja skíggjar og annað, sum órógvar, til viks og geva børnunum okkara fulla uppmerksemi.
Í Gigni vísa tey eisini á, at leikluturin hjá pápanum eisini hevur sera stóran týdning fyri eina familju.
- Tað eru kanningar, sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørn færri sálarligar trupulleikar, og dreingjabørn fáa færri atferðartrupulleikar.
Haraftrat eru størri sannlíkindi fyri, at parlagið heldur.
- Hava børnini gott samband við síni foreldur, hvíla tey meira í sær sjálvum; tey tora betri at taka egnar avgerðir og lata seg ikki so lætt stýra av vinum til at gera ymiskt, sum er óheppið.
Tískil vil Gigni eisini minna øll á ABC-boðskapin:
* at vera virkin saman við familjuni
* at vera saman sum familja
* at vera hugbundin saman við familjuni
- Vit hava eisini samstarv við Fólkaheilsuráðið um ABC-verkætlanina, siga tey í Gigni.











