Føroyska U16-landsliðið vann í gjár síðsta dystin í menningarkappingini, sum hevur verið í Havn síðstu dystirnar. Føroyska liðið vann ímóti Íslandi, sum annars vann kappingina.
Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1. Ísland legði seg á odda tíðliga í dystinum, men lítla løtu seinni varð 1-1, eftir eitt íslendskt sjálvmál.
Tí skuldi dysturin avgerast brotssparkskapping, sum Føroyar eisini royndu ímóti Norðurírlandi, tá U16-dreingirnir eisini vunnu.
Føroysku vónirnar vóru góðar, tá farið var undir at skjóta, og tað skuldi eisini vísa seg at halda, tí føroyski málmaðurin, Bárður á Reynatrøð, tók fýra íslendsk brotsspørk - harav eitt enntá var umspark!
Einki er tí at siga til, at Bárður var fegin um avrikið í dag:
Hilmar Jan Hansen fekk seinnapartin í gjár orðið á málmannin á føroyska U16-landsliðnum, Bárður á Reynatrøð úr Leirvík, sum til dagligt spælir við Vìkingi.
Sum sagt, tók hann fýra íslendsk brotsspørk, men hinvegin misbrúktu føroysku skjúttarnir bara fyrsta brotssparkið, men skoraðu upp á rest, og sostatt vunnu Føroyar 3-2 og fingu samanlagt fýra stig burtur úr tveimum brotssparks-sigrum í menningarkappingini.
Ísland vann kappingina við sjey stigum. Wales fekk 6 stig, Føroyar fingu fýra stig og Norðurírland fekk eitt stig.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Bárður á Reynatrøð.