Tað er greitt, at í hvussu so er ein og kanska tveir steypavinnarar í kvøld vera í Túri familjuni í Norðragøtu. Tí familjan er umboðað í báðum pørtum í finaluni millum KÍ og Víking í kvøld, og familjan eigur eisini ein spælara, sum er við í kvinnufinaluni, ið er nú seinnapartin millum kvinnurnar hjá KÍ og HB.
Tað var í 2006, at Géza Tamás Túri flutti úr Ungarn og til GÍ at vera málverji, og hann eigur nógvar sigrar í kappingini um løgmanssteypið.
Faroeesoccer.com veit at siga, at Géza Tamás Túri hevur vart málið í bestu deildini í 290 landskappingardystum, umframt at hann hevur spælt 37 dystir í kappingini um løgmanssteypið, 20 dystir í europeisku kappingunum og fimm stórsteypadystir.
48 ára gamli Géza Tamás Túri hevur síðani 2019 verið í KÍ, har hann er málmansvenjari. Tá ið KÍ eftir brotssparkskapping vann steypafinaluna ímóti Víkingi í 2016, vardi Géza Tamás Túri málið hjá Víkingi, og hann var málverji, tá ið Víkingur hevur vunnið fimm staypafinalur: í 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015, og so var hann altso málverji hjá Víkingi, tá ið KÍ í 2016 og eftir brotssparkskapping vann steypafinaluna ímóti Víkingi.
Sonur Géza Tamás Túri er Géza Dávid Túri, sum er fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi og harvið í kvøld verður kappingarneyti hjá pápanum. Géza Dávid Túri er 21 ára gamal, og síðani á sumri í 2020 hevur hann verið á miðvøllinum hjá Víkingi. Í fyrraárið var hann við, tá ið Víkingur í finaluni um løgmanssteypið tapti 2-0 ímóti HB.
17 ára gamla Fanni Kata Túri spælir eisini fótbólt. Hon er málverji og umboðar KÍ. Higartil í ár hevur hon tvær ferðir vart málið á besta liðnum í landskappingini og einaferð í steypakappingini.