Tá politikarar gera seg inn á framleiðsluna og ikki vilja seta seg inn í hørðu krøvini, sum skulu til fyri at kappast við sterkar útlendskar sølu- og framleiðslufyritøkur, verður hetta bæði “fyrr og seinni” eitt niðurlag.
Eftir løgtingsvalið 1. september í fjør tók nýggj samgonga við 15. í mánaðinum. Samgongan hevur nú sitið í stívliga 100 dagar. Sigast má, at hon hevur hildið tað flokkarnir lovaðu áðrenn valið, at taka pening úr vinnuni, minka um menningarmøguleikar til meirviðgerð og framleiðslur , sum eru í gongd til útflutnings, ístaðin seta peningin í øktar almennar útreiðslur og soleiðis rúmka um hjá sær sjálvum.
Ofta siga politikarar bæði frá borgarligari og sosialistiskari síðu, at, “ ...vit gera karmarnar fyri vinnuligari framgongd so góðar og tryggar sum gjørligt, soleiðis, at vinnan gerst betur før fyri menning til útflutnings...”.
At bróta uppbygt niður
Hóast at sagt verður, at tað tekur stutta tíð at bróta uppbygt niður, so tykist hendan samgongan at hava lagt eina dygga ófrættakenda langtíðarætlan við ótryggleika fyri vinnuna, roynir at seta kílar inn millum sjófólk og reiðarar, leggja grundarlag undir eksperimentinum við uppboðssølu, tyngja avgjaldsbyrðar áðrenn úrslitini eru kend og taka hug og evni frá framtakshugaðum.
Tað sum er komið fram millum politikarar seinastu 20 árini og er meiri accelererað seinastu tíðina er hugburðurin, “umráðandi at fáa nógvar íverksetarar, men mugu samstundis ansað eftir, at tá hesir byrja at fáa “ov nógvan vinning”, at teir mugu steðgast, tí teir kunnu eisini verða vandamiklir”. Hetta er órealistisk dreymaverð. So leingi hesin hugburður er, skulu vit gloyma alt tos um sjálvbjargni og sjálvstýri.
Um jólini las eg bøkurnar um “Klakksvíksstríðið” hjá Líggjasi í Bø og “Kjølbro...” av Óla Jacobsen. Her fekk eg enn einaferð staðfest ein veruleika. Ofta verður tosað um, at “læknastríðið oyðilegið Klaksvík”. – Mær hevur altíð tykst, og sum eg havi sagt: “Læknastríðið gjørdi, at sjúkrahúsið varð varðveitt og við tíðini bygt upp til eitt valaverk, men vinnuliga gjørdist stríðið eitt satt bakkast fyri Klaksvík”.
Men so einfalt er hetta ikki og ikki allur sannleikin.
Tá øvundin vinnur
Tá meinbogar í 1930/40num vórðu lagdir av sóknarstýrinum ímóti at Kjølbro kundi menna seg enn meiri, hetta er ikki nakað nýtt, tí teir hildu, at hann “setti nøsina í so langt fram”, hótti hann við at fara yvir á Kunoynna. Tað gjørdi hann ikki, men eg havi ongantíð verið í iva um, at her varð grundarlagið lagt til, at hann flutti alt meiri virksemi út á Skála, sum skapti ein óbótandi skaða bæði fyri Klaksvík og fyritøkuna.
Alt hetta samfelt saman við núverandi politiska áganginum er bara eitt av dømunum um, tá politiski myndugleikin ger seg inn á framleiðslu og menning, sum kostar hópin av arbeiði og tíggju, ja hundratals milliónir av íløgum, og ikki setur seg inn í krøvini, sum skulu til fyri at kappast við sterkar útlendskar sølu- og framleiðslufyritøkur, um tað so snýr seg um ali- ella fiskivinnufyritøkur ella aðrar framleiðslur..
Sá nú ein dagin størsta nýggjársynski hjá fyrrverandi løgtingsmanni, Janusi Rein, hann ynskti at: “Føroyingar skulu ikki vera so fullir av øvunsjúku og jantelóg”! – Hetta er eitt tiltrongt ynski fyri okkum øll!
Fari við hesum innleggi at ynskja øllum landsmonnum mínum eitt gott og gevandi 2016!