Tað yður og krýpur í Steiprenti

Í morgin klokkan 16 letur ein framsýning upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn.

Á framsýningini eru steinprent hjá Bjarne Werner Sørensen, og landslagið er myndaevnið.

Steinprent á Skálatrøð og Bjarne Werner Sørensen hava samstarvað í tiggju ár, og listamaðurin hevur gjørt millum annað gjørt tríggjar røðir av steinprenti.

Bjarne er danskur listamaður, ættaður úr Froðba. Listamaðurin hevur skipað fyri framsýningum í Føroyum og síðan byrjanina hevur hann verið limur í heystframsýningarbólkinum og hevur gjørt teirra framsýningarkatalog á hvørjum ári.

Í sambandi við framsýningina verður givið út eitt katalog við litmyndum av verkunum og av arbeiðnum í Steinprenti. Tekstin hevur Kinna Poulsen skrivað.

Framsýningin er at síggja til 17.november. Øll eru hjartaliga vælkomin. Okkara stuðlar framsýningini.