Tað verða ongir tunlar Norður um Fjall á hesum sinni

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum frá andstøðuni um at gera tunlarnar Norður um Fjall beinanvegin.

 

Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá andstøðuni um at fara undir tunlarnar Norður um beinanvegin, , at fíggja ein part av teimum við bummgjaldi úr Norðoyatunlinum.

 

– Tað er ikki skilagóður politikkir at taka tunlarnar Norður um Fjall burtur úr heildarætlanini hjá samgonguni, og at fara undir at gera teir beint nú, sigur meirilutin í Rættarnevndin. Og tey eru umboðini hjá samgonguni, Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen og Ruth Vang, umframt Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.

 

 – Tað er ikki skilagott at taka einstakar verkætlanir burtur úr samferðsluætlanini hjá Landsverki og at fíggja tær við bummgjaldi í tunlum, sum tilvildarliga liggja beint við, halda tey.

 

Tey halda, at hetta fer at eggja øðrum til eisini at seta krøv fram um tunlar, og annað, og at fíggja tað við bunngjaldinum í onkrum tunli, sum av tilvild liggur beint við. Í hesum sambandi hevur verið nevt, at so fara vestmenningar at krevja tunnil til Vestmanna, og at fíggja hann við bummgjaldinum

 

– Tá verður íløguætlanin á samferðsluøkinum púra tilvildarlig, halda tey.

 

Havast skal eisini í huga, at tað er ein stór prinsipiell avgerð at leggja kostnaðarmiklar verkætlanir út um fíggjarlógina. Tað er ein máti, landsgrannskoðanin fleiri ferðir funnist at, tí avleiðingin er, at veruligu íløgurnar hjá landskassanum ikki síggjast á fíggjarlógini, siga tey í meirilutanum.

Minnilutin í Rættrnevndini, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen vísa á, at endamálið við hesum er fáa tunlarnar gjørdar beinanvegin, tí tað fer at bøta um trygdina, gera tað høgligt hjá ferðandi í Norðuroyggjum og at menna økið “norðan fyri Fjall”

 

Og tey halda, at tað er bráðtørvur á at fáa tunlarnar gjørdar. Ferðslan í tunlunum “norður um Fjall” liggur millum 1.300 og 1.700 bilar um dagin, og ein partur av teimum eru stórir lastbilar, bussar og treylarar.

 

– Sambært íløguætlanini hjá landinum verður ikki farið undir nýggjar tunlar norður um Fjall  fyrr enn um eini fýra ár, og tað tekur nøkur ár, áðrenn koyrandi verður.