Tað veldst um eyga sum sær – Eyðgunn

Viðmerking til Eyðgunn Samuelsen um menn í politikki

Jú, tað veldst um eygað sum sær – og hvat ein sjálvur og fjølmiðlarnir velja at seta fokus á og bera fram fyri almenninginum.

Skal gera vart við, at í okkara roynd at reka ein konstruktivan andstøðupolitikk, hava vit lagt sera nógv og fjølbroytt uppskot fram á ting, við tí fyri eyga, at seta fokus á ymisk viðurskifti, sum vit halda hava týdning fyri samfelagið og borgararnar, og sum eiga at fáa eina skilagóða loysn.

Tá tú lýsir politiska landslagið sum eitt eintýðugt og sera einsrættað lið, ið einans hevur ans fyri, og arbeiðir fyri nøkrum ávísum viðurskiftum, tað sum tú nevnir asfalt og betong, so haldi eg, at tað í minst líka so stóran mun er tín dentur á asfalt og betong, sum kemur til sjóndar. Tú, og fyri so vítt fjølmiðlarnir í landinum, sum hava kunna teg og Føroya fólk um, hvat er borið fram á ting á politiska pallinum hesar seinastu vikurnar, kundu eisini, og eins væl havt valt at føra fram tey positivu og konstruktivu uppskotini og fyrispurningarnar, sum andstøðan hevur lagt á tingborð, nú í september- og oktobermánaði. Men tað valið gjørdu fjølmiðlarnir ikki, tíansheldur formaðurin í Demokratia. Kanska er orsøkin hon, at tú á ongan hátt ert kunnað um tað sum í veruleikanum fór fram í politisku skipanini, umframt asfalt- og betonguppskotini hjá monnunum, sum tú hevur valt at rópa tey.

Vil her stutt royna at tríva í nøkur mál úr rúgvuni, har Tjóðveldi hevur gjørt royndir at ávirka samfelagið tann positiva vegin, bara hesar seinastu vikurnar. Nøkur mál, ið vit halda hava stóran týdning fyri samfelagið, men sum fjølmiðlarnir gera lítið burturúr, fyri ikki at siga einki, og sum almenningurin harvið hevur lítlan møguleika fyri at vera kunnaður um.

Fyrstu viku í september legði Tjóðveldi fram uppskot um, at vit í Føroyum skuldu taka undir við Kyoto frumskjalinum og taka fulla ábyrgd og okkara part av skyldunum á globala umhvørvisøkinum.

Aðru viku í september legði Tjóðveldi fram uppskot um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum, sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna.

Í somu viku var uppskot lagt fram í tinginum av Tjóðveldinum um bata í barsilsskipanini, har vit mæltu til at geva pápanum rætt til barsilsfarloyvi í staðin fyri ella saman við mammuni í heilt serstøkum førum. Hetta er, um mamman doyr ella av einhvørji orsøk fellur frá og ikki er før fyri at taka sær av barninum.

Eisini uppskotið, um at veita barnagjald til einsamallar uppihaldarar, varð lagt fram í tinginum. Uppskotið hevur endamáls at veita einsamøllum uppihaldara eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár. Skotið verður upp, at upphæddin verður hálvt sætta túsund krónur árliga.

Triðju viku í september legði Tjóðveldi fram uppskot í tinginum um skipan av miðvísari gransking av javnstøðu millum kynini, á øllum økjum í samfelagnum, og dentur varð lagdu á, at hendan gransking skal fáa til vega hagtøl um støðuna, og javnvágina millum kvinnur og menn, innan flestu økir í samfelagnum.

Hesa vikuna legði Tjóðveldi eisini uppskot fyri tingið um at seta ein barnaumboðsmann, ein umboðsstovnur, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært lógini.

Eisini var uppskot um at heita á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón soleiðis, at veitingin fyri lægstu fyritíðarpensjón verður á sama støði sum fyri meðal fyritíðarpensjón. Hetta er triðju ferð Tjóðveldi í hesum valskeiði roynir at bøta um korini hjá fyritíðarpensjonistum við lægstu fyritíðarpensjón.

Seinastu viku í september var uppskot lagt fyri tingið um broyting í revsilógini, soleiðis at revsingin fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum skal gerast harðari.

Fyrstu viku í oktober var uppskot lagt fyri tingið um broyting í almannapensjónum, sum hava til endamáls at broyta lóggávuna soleiðis, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini uttan at verða revsað fíggjarliga. Higartil hevur viðbótin til fólkapensjón, viðbótin til fyritíðarpensjón og grundupphæddin til fyritíðarpensjón verið lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum, við broytingini verða hesar veitingar nú lækkaðar við 30% av inntøkugrundarlagnum.

Somu viku varð uppskot eisini lagt fram um, at Demokratia skal kunna halda fram við gagnliga virksemi sínum eftir ársskiftið komandi, og at nevndin fær økta fíggjarjáttan úr 103.000 kr. í 2006, 325.00 kr. í 2007, til at fáa hála millión krónur í 2008.

Vóni, at eg við hesum fáu, men eftir okkara meting týdningarmiklu málum, løgd fram á tingborð hesar seinastu vikurnar, havi givið bæði tær og borgarunum eina meiri fjølbroytta mynd av, hvat vit sum politikarar vilja loysa úr lagdi og leggja dent á í nútíðarsamfelagnum. Og alt hetta fer fram, uttan at fjølmiðlarnir taka tað upp og kunna almenningin, harvið verður tað ein sera einstátta og lítið nýanserað mynd av politikkinum, sum verður lýst. Mikrofoninar og fotolinsurnar trívast eftir øllum at døma best í asfalt og betongumhvørvinum hjá makthavarunum. Jú, tað veldst nú nógv um eyga sum sær – Eyðgunn, og hvørjar “søgur” fjølmiðlarnir velja at fortelja almenninginum.