Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, kappast í hesum døgum í Tour of Norway.
Á teininum í gjár var føroyski súkklarin sera eyðsýndur, eftir at hann saman við tveimum øðrum, slapp burtur frá feltinum eftir fáum metrum.
Torkil og felagarnir í útbrotinum nærkaðist einum stórum úrslitið, og tað reið um snarið, um teir fóru at koma fyrst um málstrikuna.
Tíverri fyri føroyingin, eydnaðist tað feltinum at taka útbrótararnar aftur á seinastu metrunum, eftir at hava jagstrað teir longri enn 170 kilometrar.
Nøkur stór nøvn eru við í norsku súkklukappingini, og tað vóru liðini hjá favorittunum, Edvald Boasson Hagen og Dylan Groenewegen, ið settu ferðina upp í feltinum.
Endin var, at Groenewegen vann teinin frammanfyri norska Boasson Hagen, eftir at teir fingu Torkil og útbrotið aftur í evstu løtu