Tað var rættiliga óhugnaligt

SLIGIN OG SPARKAÐUR Eg minnist væl tey fyrstu sløgini eg fekk, men síðani minnist eg onki, sigur kendi fótbóltsspælarin, Jákup Mikkelsen, sum var álopin leygarkvøldið og hølvaður ígjøgnum

- Ein setir lívið í vága og tað er ein ræðandi tanki!
Soleiðis dregur ein av okkara allarkendastu fótbóltsspælarum, Jákum Mikkelsen, saman um óhugnaligu hendingina nú eitt kvøldið, tá ið hann varð álopin og hølvaður ígjøgnum.
Hann er ikki bara en av okkara allar kendastu fótbóltsspælarum.
Hann er eisini ein av okkara allar bestu og tí eigur hann eisini havt sítt sjálvsagda pláss ímillum stengurnar sum málmaður í nógvum dystum, tá ið landsliðið hevur spælt.
Annars er hann málmaður hjá ÍF og herfyri vóru hann og liðfelagarnir í Íslandi á venjingarlegu.

Sligin og sparkaður
Men tað, sum skuldi verða ein hugnaligur býtúrur í íslendska høvuðsstaðnum, Reykavík, fekk ein óhugnaligan enda.
- Vit høvdu fingið frí leygarkvøldið og vórðu farnir í býin ein túr, fortelur Jákup Mikkelsen í seinnapartssendindingini hjá Rás2 úr Klaksvík.
Teir høvdu havt eitt hugnalig kvøld, men tað var, tá ið teir skuldu heimaftur, at alt endaði galið.
- Vit fóru heim í hýruvognum, tríggir og fýra í fylgi, sigur Jákup Mikkelsen.
Men hann sigur, tá ið hann kom út barrini, teir høvdu verið á, sá hann, at ein ungur liðfelagið bleiv sligin í andlitið.
Jákup Mikkelsen sigur, at hann leyp til beinanvegin fyri at bjarga unga liðfelaganun.
Men tað gekk ikki væl í hond.
- Eg var ikki meiri komin til, tá ið eg alt fyri eitt fekk eitt slag í andlitið. Eg helt fyri andlitið, men so fekk eg fleiri sløg afturat í andlitið.
Tað endaði við, at Jákup fall í vegin, men ímeðan hann lá, varð hann sligin og sparkaður fleiri ferði afturat.
- Tað var rættiliga óhugnaligt, sigur hann.

Harkalið
Hann sigur, at hann varð sligin og sparkaður líka til løgreglan kom upp í.
Hann heldur ikki, at tað tók so langa tíð, til løgreglan kom fram, onkur hevur sagt honum, at tað tók bara tveir, tríggjar minuttir.
Hann sigur, at hann minnist væl tey fyrstu sløgini, hann fekk, men síðani hevur hann mist alt burtur.
Tað var eitt heilt harkalið av búrkroppum, sum løgdu á føroyingarnar hetta kvøldið, men tá ið løgreglan kom, tóku teir til rýmingar.
- Fyrst helt eg, at teir vóru einir sjey, átta í tali, men síðani havi eg skilt, at teir vóru upp aftur fleiri, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann leggur dent á, at hann dugir ikki at siga, hví teir vórðu álopnir.
Hann leggur dent á, at teir høvdu ikki verið provokerandi upp á nakran máta.
- Eg havi spurt, hví tað byrjaði, men ongin veit hví.
Men løgreglan hevur greitt teimum frá, at hetta var hent fleiri ferðir í Reykjavík og at talan helst var um eitt harkalið, sum gjørdi um seg.
Hetta var heldur ikki fyrstu ferð, at teir høvdu gjørt seg inn á fótbóltsspælarar.

Eitt sindur bangin

Jákup Mikkelsen sigur, at hann eftir álopið varð hann koyrdur á sjúkrahús í sjúkrabili, har hann varð kannaður.
- Tíbetur vísti tað seg, at onki var brotið og tí slapp hann heim aftur beinanvegin.
Men hann sá øgiligur út eftir álopið. Hann varð hovnaður og serliga var annað eyga so hovið, at hann fekk tað ikki upp.
- Eygað var næstan sum ein bóltur, so var eitt sindur bangin, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at hann er sloppin rættiliga væl.
Men hann sigur, at hugsar nógv um hendingina og serliga hesar síðstu dagarnar hevur hann tikið sær tað nógv meiri nær.
- Eg hugsi serliga um, hvat kundi verið hent og, hvussu illa umhugsa tað var at róta seg eina støðu sum hesa.
- Hinvegin veit eg ikki um eg hevði borið meg øðrvísi at, stóð eg í somu støðu einaferð afturat.
Men ein setir lívið í vága og tað er ein ræðandi tanki, sigur Jákup Mikkelsen.
Bara fitt fólk
Hendan óhugnaliga hendingin er ikki nakað, sum ræðir Jákup Mikkelsen frá at fara til Íslands eina aðru ferð.
Eg havi bara alt gott at bera teimum íslendingum, eg havi kent og álopin kann ein helst verða allastaðni, sigur hann.
Tá ið Jákup Mikkelsen var í norskum fótbólti spældi saman við íslendingum og hann hevur eisini hitt íslendingar í øðrum høpi.