Tað var okkurt galið við fjórða hvørjum bili

Løgreglan gjørdi ferðslukanning í Havn í gjár og úrslitið kom eitt sindur óvart á

Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Havn. Tilsamans vórðu eini 100 bilar steðgaðir og úrslitið kom eitt sindur óvart á, tí tað vóru í heili 24 førum, at okkurt var galið við antin bili ella bilførara. Tað merkir, at fjórði hvør bilførari hevði ikki øll síni viðurskifti ílagi eftir forskriftunum og teir fingu so allir bót.

 

Løgreglan sigur, at av teimum tóku teir 11 bilar, har bilførari, ella ferðafólk, ikki sótu í trygdarbelti og fimm bilførarar tosaðu í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.

 

Annars fingu sjey bilførarar bót tí at tað var galið við dekkunum á bilunum.

Tveir bilar koyrdu við uppslitnum dekkum. Harafturat fíngu fýra bilførarar eisini bót fyri at hava píkadekk undir, sum ikki vóru eftir forskriftunum. Tað merkir, at tað var ov stórur munur á, hvussu nógvir píkar vóru á  teimum ymsu dekkunum. Tað er nevniliga soleiðis, at munurin má ikki vera meiri enn 25 prosent á dekkinum við flest píkum og dekkinum við fægst píkum og tá ið løgreglan kannar ferðsluna, verða píkarnir altso eisini taldir.

 

Umframt tað fekk ein bilførari bót fyri at hava ymisk dekk undir bilinum, tey skulu nevniliga vera sama slag, eitt nú er ikki loyvt at koyra við summardekkum aftan og vetrardekkum framman.

 

Og so var tað ein bilur, sum manglaði eina nummarplátu og hjá einum bilførara var koyrikortið útgingið.