Tað var hansara simpla starvsplikt at handla skjótt

? Hevði Jákup Mørkøre ikki borið so skjótt at, hevði tað verið neyðugt at sagt enn fleiri fólkum á Landssjúkrahúsinum upp. Tí var tað hansara simpla starvsplikt at handla skjótt, sigur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre

?Tað var ein sera týdningarmikil uppgáva hjá Jákupi Mørkøre, sum leiðara fyri Landsjúkrahúsið at syrgja fyri, at fíggjarætlanin fyri stovnin heldur.

? Ger hon ikki tað, er tað eyðsæð, at tað hevði fingið avleiðingar fyri hann.

Sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Jákupi Mørkøre, sum nú er koyrdur frá sum leiðari fyri Landssjúkrahúsi.

Í einum drúgvum brævi til Helenu Dam á Neystabø, roynir hann at gjøgnumholað grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum fyri at siga Jákupi Mørkøre upp.

Grundgevingarnar fyri at siga sjúkrahúsleiðaran upp, kunnu samanfatast í trý punkt:

1: Hann hevði onga orsøk til at boða frá so nógvum uppsagnum, sum hann gjørdi.

2: Hann dugdi ikki nóg væl at samskifta við starvsfólk, álitisfólk, fakfeløg og samstarvsfelagar annars.

3: Hann vísti ikki tað neyðuga lýdni og tann neyðuga loyalitetin mótvegis politisku skipanini, sum hann starvaðist undir.

Øllum hesum grundgevingunum roynir sakførarin at vísa aftur í brævinum til Helenu Dam á Neystabø.


Gjørdi sína fremstu skyldu

Viðvíkjandi punkti 1, sigur Helena Dam á Neystabø, at í fjølmiðlunum í oktober í fjør hevði jákup Mørkøre boðað frá 40-50 uppsagnum á Landssjúkrahúsinum, uttan at vita, hvussu stór játtanin á fíggjarlógini fór at vera.

Men Sigmund Poulsen vísir á, at hetta passar ikki.

Tí 1. oktober í fjør fekk Jákup Mørkøre bræv frá Mary í Garði, fíggjarstjóra á almanna og heilsumálastýrinum, har hon biðjur sjúkrahúsleiðaran gera eina fíggjarætlan fyri Landssjúkrahúsið útfrá uppskotinum til fíggjarlóg, sum tá varð lagt fyri tingið.

? Og tað, sum Jákup Mørkøre fortaldi fyri fjølmiðlunum, var avleiðingin av fíggjarætlanini, sum almanna og heilsumálastýrið hevði álagt honum at gera.

Sigmund Poulsen sigur, at tað er kanska týdningarmesta uppgávan hjá Jákupi Mørkøre at syrgja fyri, at fíggjarætlanin heldur.

? Og tað er hansara simpla starvsplikt at handla skjótt. Tí gjørdi hann sær beinanvegin nágreiniliga tankar um, hvat var neyðugt at gera og, hvat hetta fór at bera við sær.

? At hann brúkti sín sjálvsagda rætt, og kanska enntá sína sjálvsøgdu plikt at fortelja alment, hvat møguliga var neyðugt at gera, var kanska hansara ?brotsverk?, leggur sakførarin afturat.

Hann sigur, at tað er heldur ikki rætt, at Jákup Mørkøre ikki hevur kunnað starvsfólk og avvarðandi myndugleika frá hesum.

? Tað kann ikki vera meiningin, at hann skal boða hvørjum einstøkum starvsfólki frá.

? Og almanna og heilsumálastýrið varð kunnað um ætlanina, enntá skrivliga í brævi tann 12. oktober. Í brævinum nevnir Jákup Mørkøre eisini beinleiðis, at tað verður neyðugt at siga 40-50 fólkum upp. Hendan sparing er endurtikin á leiðslufundi 13. oktober.

Í brævinum sigur Jákup Mørkøre, at eftir ætlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið, skulu 84% av samlaðu játtanini brúkast til lønir. Og tað er so nógv, at tað kann ikki halda fram.

Løknafrøðin vinnur skjótt fram og tað merkir, at nýggj tól skulu keypast, umframt nýggjur, dýrur heilivágur. Somuleiðis hevur starvsfólkið krav uppá eftirútbúgving, sum tey ikki fáa nú. Eisini á telduøkinum er Landssjúkrahúsið eftirbátur.

Tá ið tað ikki ber til at fáa eykajáttan, er Landssjúkrahúsið tí komið til ta niðurstøðu at 10 milliónir mugu yvirførast frá lønarjáttanini til rakstrarjáttanina.

Hetta merkir samanumtikið, at 40-50 fólk skulu sigast upp.

Í einum aftursvarið 18. oktober, sigur Almanna og heilsumálastýrið, at tað er eitt viðkvæmt mál at siga 40-50 fólkum upp og at tað tí er neyðugt at málið fær tað neyðugu, politisku viðgerðina.

Í sama brævi heitir Helena Dam á Neystabø á Jákup Mørkøre um ikki aftur at fara í fjølmiðlarnar við einum slíkum máli, tí tað órógvar tað politisku viðgerðina.

? Hetta tók Jákup Mørkøre sum eitt forboð fyri at úttala seg. Og hann hevur heldur ikki úttalað seg til fjølmiðlarnar um sparingar síðani tá.

Sakførarin skoytir uppí, at tað eru eisini almennir leiðarar, sum hava úttalað seg til fjølmiðlarnar, áðrenn fíggjarlógin er endaliga samtykt.

? Men yvirhøvur má tað eisini sigast at vera sera ivingarsamt, og í stríð við andan í tí livandi fólkaræðinum, at geva almennum leiðarum munnkurv.

Viðmerkjast skal, at á leiðslufundi á Landssjúkrahúsinum 16. november í fjør, greiddi Jákup Mørkøre frá, at hann fór at biðja um eina eykajáttan í ár uppá 1,8 millión til edv útgerð.

Men eina viku seinni, tann 25, november, fær hann skrivliga at vita frá aðalstjóranum í almanna og heilsumálaráðnum, Høgna Joensen, at hann skal reka sjúkrahúsið innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin áleggur honum.

? Tað tilkemur ikki tygum at søkja um eykajáttan, bara tí at tygum halda, at tygum kunnu brúka fleiri pengar. ? Tað verður mett sum tekin uppá manglandi loyalitet yvirfyri politiska myndugleikanum, at tygum boða frá, at tygum ætla at søkja um eykajáttan, sigur Høgni Joensen m.a. í brævinum til Høgna Joensen.


Fekk greið boð

Ein atfinning, sum Helena Dam á Neystabø nevnir í uppsagnarbrævinum til Jákup Mørkøre, er, at hann ætlaði at siga 27 fólkum upp, uttan at hava grundgevingar fyri meiri enn 10.

Men heldur ikki hetta vil Jákup Mørkøre góðtaka.

? Í fundarfrágreiðingini frá leiðslufundinum tann 5. januar, sum almanna- og heilsumálastýrið hevur góðkent, verður staðfest, at játtanin til lønir er 1,6 milliónir lægri í 2000 enn hon skuldi vera fyri at varðveita støðið eftir lønarhækkingarnar í fjør. Harafturat mangla 1,6 millión til nýggjan læknastjóra og røktarfakliga stjóran eftir nýggja leiðslubygnaðinum. Og at enda høvdu tær ymsu deildirnar 3,7 milliónir í halli frá í fjør við sær, sum eisini skulu sparast innaftur í ár, ella kanska yvir eini tvey ár.

Ymsir møguleikar fyri sparingum hava verið nevndir.

? Men í hvussu er fekk Jákup Mørkøre greið boð frá Høgna Joensen, aðalstjóra, um, at hann undir øllum umstøðum skuldi spara minst tríggjar milliónir. Hetta kann prógv førast fyri, sigur Sigmund Poulsen.

Hann sigur, at rokna vit við eini miðal ársløn uppá 250.000 krónur, og at tað tekur eitt hálvt ár at fáa fólk úr starvi, tey hava uppsagnartíð og hoyringsfreist, gevur hetta umleið 27 uppsagnir.

? So her hevur Jákup Mørkøre onki gjørt enn tað, sum hann beinleiðis varð biðin um at gera. Og tí kann tað heldur ikki vera talan um óloyalitet og ólýdni mótvegis politisku skipanini.

Og sjálvur aðalstjórin hevur eisini boðað sjúkrahúsleiðaranum frá, at Helena Dam á Neystabø varð væl kunnað um hetta.

Sakførarin sigur, at í fundarfreiðreiðingini frá leiðslufundi 12. januar, var tað endurtikið, at neyðugt var við 27 uppsagnum

? Fylgisskjalið til hesa frágreiðingina hevur fíggjardeildin á almanna og heilsumálastýrinum gjørt, hóast tað er skrivað á pappír við brævhøvdinum hjá fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum á.

Í fylgisskjalinum verður boðað frá, at sparast skulu góðar tríggjar milliónir í lønum. Um øll sparingin skal fremjast í ár, verður talan um 26 størv.

Skal øll sparingin ikki verða sett í verk fyrrenn komandi ár, verður talan um færri uppsagnir.

Men tann seinna loysnin er tó treytað av, at allur peningurin ikki verður brúktur til nýggja leiðslubygnaðin og til játtað størv í 1999, sigur fíggjardeildin.

Jákup Mørkøre skilir tí ikki, hví Helena Dam á Neystabø kemur eftir, at grundgevingar eru ikki fyri fleiri enn 10 uppsagnum.

Møguliga verður tað gjørt við at flyta imillum ymsar konti. Men hetta er beinleiðis at leggja seg út í arbeiðið hjá leiðaranum.

Og so ger hann eisini vart við, at er hetta so, er tað eftir øllum at døma fíggjardeildin á almanna og heilsumálaráðnum, sum hevur víst landsstýrismanninum á eina nýggja uppstilling.

Men hetta er sama fíggjardeild, sum nakrar fáar dagar frammanundan gjørdi Jákup Mørkøre greitt, hvat hann skuldi gera.


ógreitt

Annars vísir sakførarin á, at nógv viðurskifti eru rættiliga ógreið. Eitt nú eru summi brøv frá fíggjardeildini á almanna og heilsumálastýrinum skrivað á brævpappír hjá fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum.

Somuleiðis hevur aðalstjórin, Høgni Joensen, bara í einstøkum førum medundirskriva brøv frá Helenu Dam á Neystabø til Jákup Mørkøre, sigur sakførarin.