Í fyrsta lagi var Vágs skúli karmur um hátíðarløtu, framsýning og próvhandan til næmingar, sum hava tikið dugnaskapsskeið hjá Vágs Kvøldskúla, sum nú eisini endaði kvøldskúlaskeiðið.
Hugnaløta var eisini fyri nøkrum eldsálum, sum hava starvast fyri Vágs Kvøldskúla millum 20 og 30 ár, og sum nú takkaðu fyri seg eftir trúgva og drúgva tænastu. Talan var um eldsálirnar, Helenu Mikkelsen, Karina Brattaberg og Sølva Andreasen.
Øll kenna Helenu Mikkelsen fyri hennara framúr dygdir innan brodering og seyming av eitt nú føroysku klæðunum og Karina Brattaberg, sum hevur skarað framúr innan veving í mong ár.
##med2##
Sølvi Andreasen, sum hevur verið leiðari fyri Vágs Kvøldskúla, gevst nú sum leiðari, eftir at hann nú hevur staðið á odda fyri kvøldskúlanum í meira enn 20 ár. Sølvi hevur serligar og nærlagdar gávur, bæði sum lærari og sum leiðari, har hann er kendur fyri at vera við í øllum. Hann hevur eisini undirvíst innan knallertkoyrikort í mong ár.
Kirkjukórið Ljómur setti, sum so mangan áður, eisini sín dám á hátíðardagin.
##med3##
Vágs kommuna takkaði teimum øllum fyri megnar tænastu, har tey eisini fingu gávur fyri sítt trúfesti og áhaldni øll hesi ár. Tað vóru Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu og Levi Mørk, formaður í mentanarnevndini, sum lótu gávur og blómur við høvið.
Eftir hátíðarløtuna í Vágs skúla varð farið til flaggdagshald, sum varð hildið í fagrasta veðri, og har Magnus Mørk Hjelm, býráðslimur í Vágs kommunu, helt eina góða røðu.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##