Í dag eru 26 ár síðani Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Í hesum sambandi endurprenta við hesa greinina, sum stóð í Vikuskiftissosialinum 11. septembur í fjør í samband við at tað vóru 25 ár síðani dystin.
Hevði góðar vónur um eitt gott úrslit
- Vit høvdu ikki verið har vit eru í dag, um vit ikki fóru upp í altjóða fótbólt í 1988, sigur Páll Guðlaugsson, sum var fyrsti venjarin hjá føroyska landsliðnum.
Danjal av Rana
Páll Guðlaugsson minnist sum vera man væl sigurin í Landskrona og umstøðurnar kring hann. Sjálvur heldur hann, at tað var altavgerandi fyri menningina av føroyskum fótbólti, at Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt í 1988.
- Vit høvdu ikki verið har, vit eru í dag, um vit ikki byrjaðu tá. Eg haldi ikki, at føroyingar hava sama dirvi í dag at taka tílík stig, sigur Páll Guðlaugsson bersøgin, tá hann verður spurdur um týdningin av altjóða luttøkuni hjá fótbóltinum.
- Tað er takkað veri monnum sum Torleifi Sigurðsson, Børge B. Hansen, Mortani Poulsen og Jens Eriki Magnussen, at tað eydnaðist. Teir tordu at taka av. Hóast tey flestu vóru ímóti, so tordu teir at standa fram, sigur Páll Guðlaugsson.
Sagt verður, at eingin føroyskir venjarir tordu átaka sær uppgávuna at leiða føroyska liðið fyrstu tíðina, og tí fall uppgávan á Páll Guðlaugsson.
- Onkustaðni mátti man byrja og onkur skuldi taka sær av tí. Jú, tað var eitt ørvitisprosjekt, men eg hevði góðar vónir og sterka trúgv til hópin, greiðir hann frá.
Páll Guðlaugsson greiðir frá, at hann undan dystinum hevði góðar vónir, at føroyska liðið skuldi fáa eitt gott úrslit.
- Fólk væntaðu eitt stórtap, men eg hevði sæð Eysturríki spælt vikuna framman undan, og teir bergtóku meg als ikki. Eg visti, at vit høvdu ein serstakan hóp. Allir vóru vinnarar og eingin ivaðist í, at vit skuldu luttaka í altjóða fótbólti. Undan dystinum vóru spælararnir avslappaðir, í góðari javnvág og uppsettir til dystin, so eg hevði góðar vónir.
1200 áskoðarar vóru til dystin, eini 300 føroyingar og restin sviar, sum allir mundu halda við Føroyum.
- Vit fingu sera góðan stuðul frá áskoðarunum. Tað ljóðaði, sum vóru tey fleiri túsund og tað var ein heilt serlig kensla at hava teir aftan fyri okkum. Leikvøllurin í Landskrona er nakað heilt serlig. Tað er ein góður vøllur og íbúgvarnir í Landskrona stuðlaðu okkum væl, minnist venjarin aftur á.
Páll Guðlaugsson greiðir frá, at sum undankappingin leið og føroyska landsliðið fekk onnur góð úrslit, vaks áhugin fyri føroysku spælarunum eisini.
- Meg minnist, at eg var í Leeds í 14 dagar, saman við Jan Dam og Allan Mørkøre, sum royndarvandu har. Kári Reynheim var boðin til Noregs, meðan Torkil Nielsen fleiri ferðir var bjóðaður til Brann. Eg tosaði fleiri ferðir við hann um at fara, men hann bar seg undan. Aðrir spælarar royndu seg eisini uttanlands komandi tíðina, sigur Páll Guðlaugsson.
Føroyska landsliðið hevur skift venjara fleiri ferðir síðani Páll Guðlaugsson, men sjálvur hevur hann ikki hildið seg fram at.
- Eg eri fyrst og fremst sera takksamur um tey árini, eg slapp at arbeiða saman við FSF. Eg havi onkuntíð hugsað tankan at gerast landsliðsvenjari aftur, men tað er als ikki tað, sum liggur fremst í mínum huga, sigur íslendski venjarin.