– Vit hava sett stórar broytingar í verk og broytingarnar hava verið rættiliga umstríddar. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eftir at vit kunnugjørdi eina veljarakanning í gjár, har Tjóðveldi hevð hevði eina afturgongd og missur ein tinglim og fær seks tinglimir, hevði val verið nú.
Les eisini: Fólkaflokkurin er størsti flokkur
Í eina viðmerking á FM1, vísir Høgni Hoydal, á, at tað er við blandaðum kenslum, at hann las úrslitið av veljarakanningini.
veljarakanningarnar hjá Tjóðveldi hava verið lutfalsliga støðugar. Men hann vísir samstundis á, at í hesum valskeiðnum hevur hann staðið á odda fyri rættiliga umstríddum nýskipanum, serliga í fiskivinnuni, og tí var tað væntandi, at tey fóru at fáa ein undir vangan.
Men hann heldur kortini, at eftir áganginum at døma, kundi hann stúrt fyri, at tey fingu ein nógv harðari lúsing. Tí heldur hann, at tingfólk, og øll onnur, sum arbeiða fyri flokkin, eiga stórt rós uppiborið, tí tey hava eitt øgiligt stríð at standa ímóti áganginum. Men hann heldur eisini, at ágangurin, serliga frá Fólkaflokkinum, byggir ikki á veruleikan
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Høgni Hoydal metir støðuna, eftir at veljarakanningin varð almannakunngjørd í gjár. Og hann hevur eisini nakrar meiningar um, hvat valstríðið skal vera um, tá ið løgtingsval verður aftur.