Tað undrar okkum ikki sørt

Starvsfólk á Heilsuskúlanum undrast á tað, sum er komið fram um, at tað er ein forðing at skúlin er í Suðuroy

 

Tað undrar starvsfólk á Heilsuskúlanum í Suðuroy at ábyrgdarfólk í Havn hava ført fram, at tað er ein bági, at heilsuskúlin liggur í Suðuroy. Tey hava ført fram, at tað fær summi at setast aftur, tí tað liggur ikki fyri at fara heilt til Suðuroyar at gamga í skúla.

 

Men starvsfólkið á Heilsuskúlanum siga í eini fráboðan í dag, at tað undrar tey ikki sørt, tí tað er ikki í samsvar við tað, tey fáa at vita frá næmingunum

 

Tað, tey fáa at vita frá næmingunu, er, at tað er deiligt at skúlin er í Suðuroy, tí so fáa næmingarnir umstøður til at hugsavna seg um skúlan burtur av.

 

Annars eru næmingarnir bara í skúla í Suðuroy tvær – tríggjar ferðir, einar 10 - 14 vikur hvørja ferð. Harumframt sleppa næmingarnir til hús hvørt vikuskiftið.

 

Restina av útbúgvingartíðini, 15 ella 22 mánaðir, eru tey kring alt landið í starvsvenjing og tí halda starvsfólkini á skúlanum, at skúlatíðin í Suðuroy er ivaleyst ikki so møtimikil, sum nøkur halda.

 

Tey siga eisini frá einum av næmingunum, at tað sjálvsagt er eitt sindur keðiligt ikki at sleppa til ymisk tiltøk norðanfyri.

 

– Men tað er ella ella tvey ár tað snýr seg um og tá fara fleiri feriur og starvsvenjingar burtur av.

 

Tað eru nógvir næmingar, ið siga tað er ein fyrimunur, at Heilsuskúlin liggur í útjaðarinum, tí so verða tey ikki ovbyrjað av húsligum arbeiði og sostatt kunnu teir hugsavna seg um skúlan burtur av

 

Samstundis eru bústaðarmøguleikar góður prísurin er sámuligur hjá einum lesandi.

 

Tí síggi eg als onga forðing í, at skúlin liggur í Suðuroynni, hóast tú býrt norðanfjørðs. Og er hetta lívsleiðin, ein velur, síggi eg heldur møguleikar fram um forðingar, sigur leiðslan frá næmingum.

 

Ein annar næmingur vísir á fyri leiðsluni, at tað er vanligt, at føroyingar fara burtur í onnur lond at lesa uttan at tað er ein forðing.

 

– Latið nú skúlan fáa frið at virka í Suðuroy og tað er ikki grundarlag fyri fleiri heilsuskúlum, sigur leiðslan frá einum næmingi.

 


Les eisini: Tað var simpulthen so "doyligt" at skúlin var í Suðuroy