Almennur fundur um rættarpsykiatri verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 30. apríl kl. 19.30.
Tað er felagið Føroyskir Sálafrøðingar, sum skipar fyri. Tey siga soleiðis um fundin:
Síðani psykiatriski deildirnar á landssjúkrahúsinum vóru bygdar og lótu upp í 70 árunum – tá statshospitalið, nú psykiatriski Depilin – hava tær eisini fevnt um viðgerð av viðgerðardømdum. Hesi fólk verða sjáldan umrødd í almenna rúminum. Tað, tey verða dømd fyri, kemur tó vanliga í miðlarnar beinanveg, tí tað aloftast er sera álvarsamt t. d. drápsroynd, eldsáseting og grovur harðskapur.
Saman við Kriminalforsorgini, ið byrjaði at virka um sama mundið í Føroyum, hava tey havt ábyrgdina av at mynda gerandisdegnum hjá hesum bólki.
Lyklapersónar í hesum arbeiði frá byrjan og síðani í ein mansaldur hava verið eitt nú Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, og Karin Kjølbro, fyrrverandi Kriminalforsorgarleiðari. Bæði eru givin í hesum arbeiði og vorðin pensionistar, men Felagið Føroyskir sálarfrøðingar og Psykiatriski Depilin halda, at vitan og royndir teirra, eru týðningarmiklar. Tí verður skipað fyri hesum fundi.
Yvirlæknin á psykiatriska deplinum hevur altíð verið ábyrgdarlækni í hesum høpi.
– Vit hugsa okkum, at málbólkurin hetta kvøld eru tey, sum beinleiðis og óbeinleiðis eru við í hesum arbeiði og tey, ið annars hava áhuga fyri rættarpsykiatri, siga tey í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar.
Skráin verður henda:
Orðstýrari : Heri Kragesteen
Karin Kjølbro: Talið av viðgerðardømdum í Føroyum í 30 ára tíðarskeiðinum 1980 – 2009.
Eyðun Joensen: Hvat er ein mentalkanning?
Tormóðir Stórá: Rættarpsykiatri nú, hvørjir karmar verða í komandi psykiatriska Deplinum?









