Tað tekur tíð at fáa útlendingamálið loyst

Nú kann í størri mun sigast, at føroyskir fjølmiðlar, sum ikki tímdu at seta seg inn í týdningarmikla útlendingamálið og opportunistiskir politikarar, sum ynsktu at reka politikk eftir kenslum heldur enn eftir lógini, eru við at vakna

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og fyrrv. landsstýrismaður í útlendingamálum:

 

Tað var gløggi og evnaríki journalisturin Ralf Pittelkow, sum segði, at: ”Viðurskiftini viðvíkjandi innflytarum er mest týdningarmikli spurningurin fyri evropeiska samveldið, men tað skilir seg frá øðrum evnum, tí tað í fleiri økjum í Evropu leingi hevur verið tema, sum ikki er egnað til eitt vanligt demokratiskt orðaskifti”!

 

Hetta hevur eisini verið galdandi fyri Føroyar, har okkara loftmiðlar ikki hava tíma ella havt vilja til at seta seg inn í substansin í málinum, og opportunistiskir og kenslubornir politikarar uttan mál og mið hava funnist at, antin óvitandi ella ímóti betri vitan.

 

Tó skal sigast, at hesir partar alt meiri hava fingið eyguni upp fyri tí veruleika, at ein útlendingur kann koma til landið at arbeiða, tí brúk er fyri honum, faklærdur ella ófaklærdur og ikki bara tí, hann sjálvur ynskir at koma.

 

Tikið lívið av óskilinum

Tá ið eg fyrst í 2004 kom út í landsstýrið, og fekk eyga á hvussu meiningsleyst, ólógliga og uttan ábyrgd údlendingapolitikkurin um arbeiðs- og uppihaldsloyvi var rikin, bæði innan ítróttafólk og ófakærd arbeiðsfólk annars, var einki annað at gera, enn at steðgað hesum óskili, fyri ikki at siga hesi óhumsku, tá hugsað verður um eitt av fleiri dømum, nevniliga hesir tiltiknu 17 tailendingarnir.

 

Ein og hvør landsstýrismaður hevði gjørt upp við hetta óskil, at tað so varð eg sum fekk hesa torføru men ikki sørt áhugaverdu uppgávu, gjørdist ein veruleiki. Tað gjørdi ikki uppgávuna lættari, at arbeiðsloysið nú øktist ella tók til.

 

Í bløðunum fyri kortum segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum gjørdist mín avloysari fyrst í 2006, at vit hava nú, “tikið lívið av óskilinum”, men nøkur trupul mál lógu framvegis, og legði afturat, sum eg eri púra samdur við honum í, at “tað verður ikki gott, fyrrenn vit sjálvi hava yvirtikið málið, men tað er ikki aktuelt í hesari samgonguni”.

 

 

 

Yvirtaka málið

Tað sigur seg sjálvt, at kaosið verður størri av at hava tvinnar partar í einum so fløktum máli, sum øll lond uttan um okkum, meiri ella minni eru komin illa fyri av. Tað ber ikki til, at hava tvinnar partar, sum hvør skyldar uppá annan, tí verður neyðugt við eini yvirtøku. Fyrr, jú betri.

 

Sambandflokkurin hevur mótmælt eini yvirtøku av hesum máli frá fyrsta degi.

 

Nú einki arbeiðsloysi er, men fyritøkur tørva arbeiðsmegi í stórum, eiga vit at lata meiri upp fyri tí arbeiðsmegi, vit hava brúk fyri. Hetta eigur at verða gjørt við neyvum skili, við ábyrgd, liðiligt og praktiskt, so søgan ikki endurtekur seg.

 

Vit hava eisini lagt til merkis, nú formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, rópar varskóð, at vit ídag hava útlendskar fiskimenn har hvørki arbeiðs- ella uppihaldsloyvi eru í lagi, og at hesir eru undirløntir. Hetta er ein álvarssøk, sum eigur at verða fingin uppá pláss sum skjótast.

 

Men samanumtikið er gleðiligt, at nú í størri mun kann sigast, at føroyskir fjølmiðlar, sum ikki tímdu at seta seg inn í týdningarmikla útlendingamálið og enntá blandaðu spurningin um flóttafólk uppí, hóðast tað er heilt annað mál, og opportunistiskir politikarar, sum ynsktu at reka politikk eftir kenslum heldur enn eftir lógini, eru við at vakna.