Í dag er 20. mars og júst eitt ár síðan minniligu sólarmyrkingina, ið nam innastu kenslurnar hjá mongum, sum upplivdu hesa sermerktu hending.
Uppundir løtuna, sum mong bíðaðu so spent eftir, sást sólin viðhvørt - og so var hon burtur aftur. Ógjørligt var at siga, hvussu fór at vera í løtuni júst undir sjálvari sólarmyrkingini.
Bara nakrar heilt fáar minuttir fyri sjálva sólarmyrkingina, sást eitt lítið bjart sólareygað millum skýggini og alt eftir, hvar fólk vóru stødd hesa løtu, sluppu mong at uppliva ta heilt fantastiska fyribrigdið, sum sólarmyrkingin var.
Henda dagin fyri einum ári síðan upplivdi Suni Drangá í Skopun eisini tað, sum so mong hava snakkað um, síðan hann varð føddur - sjálvan sólarmyrkingardagin hin 30. juni í 1954.
- Ja, henda løtan í morgun var nakað heilt serligt fyri meg. Eg varð føddur í Skopun sólarmyrkingardagin í 1954 og havi mangan hoyrt fólk tosa um, hvussu hetta var. Í morgun upplivdi eg so hetta sjálvur.
Fyri einum ári síðan ásannaði Suni Drangá, at løtan við sólarmyrking var nakað heilt serstakt, og hann var fegin um, at honum nú untist at uppliva tað, sum tosað hevur verið um øll hesi ár.
- Eg hevði hoyrt, at tað gjørdist myrkt henda dagin, eg varð føddur, og at hønurnar fór inn. Nógvar søgur eru sagdar um dagin í 1954, segði Suni Drangá, ið siglir við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni.