Tað sum vendi niður vendir nú upp

Við uppleggi og máli gjørdist innskifti Magni á Lakjuni at enda høvuðsmaðurin millum óføru fuglfirðingarnar, tá ið tað fyri fyrstu ferð í seytjan ár eydnaðist at senda gøtumenn tómhentar út um Eiðið

Fótbóltur

Tað man vera langt síðani, at fótbóltshugaðu fuglfirðingarnir eru farnir av plenuni og til hús at fáa sær seinnapartskaffi við so góðari kenslu, sum teir høvdu orsøk at hava sunnudagin.
Fyri fyrstu ferð í seytjan ár hevði ÍF vunnið á grannunum fyri uttan Eiðið, og fyri fyrstu ferð í eina fjórðings øld er ÍF einsamalt oddalið í bestu deildini. Og harafturat høvdu ÍF viðhaldsfólkini verið eygnavitni til uppgerð, sum hevði verið rættuliga undirhaldandi.
Á sentrala ÍF miðvøllinum høvdu Høgni Zachariassen og Símun Eliasen verið oman á mótstøðumonnunum, og útlendingarnir í ÍF álopinum stríddust, dugdu væl við bóltinum og sýndu gott hugflog.
Fyrstu løtuna í seinna umfarinum, eftir at ÍF verjan hevði verið rættuliga gáloysin, og Súni Olsen við brotssparki hevði javnað fyri gestirnar, var tað eitt sindur órudduligt. Men so gjørdist undirhaldsvirðið so høgt, sum tað sjáldan er. Fyrst og fremst tí tað varð so stutt millum málini, og tí møguleikarnir vóru nógvir. Serliga ÍF var vandamikið, tí GÍ noyddist at sleppa alt meiri í verjupartinum í royndini at fáa fyrsta stigið á árinum.
Tað eydnaðist ikki. GÍ hugflogið var einki serligt, og heimaliðið stóð seg manniliga í verjuni, har gøtumaðurin og fyrrverandi GÍ liðformaðurin, Poul Ennigarð, var millum teir stinnastu.
Úrslitið var 4-3, men tá ið ÍF liðformaðurin, Eyðolvur R. Petersen, hevði verið í gávuhýri og við høvdinum hevði stýrt bóltinum í sítt egna mál, var bara ein minuttur eftir av tíðini, sum Eiler Rasmussen hevði lagt afturat. Ta løtuna vísti Magni á Lakjuni, hvussu stóran týdning hann hevur fyri sítt lið. Tá ið ÍF hevði givið bóltin upp, fór Magni við honum fram í vinstru. Ætlanin hjá honum var at varðveita hann har, so eingin skaði spurdist burturúr í hinum endanum, og tað eydnaðist, hóast tríggir mótstøðumenn vóru kring hann.

Góð ÍF mál
Bara eitt mál kom undan steðginum. Tað stútaði ÍF miðvallarin í høgru, Hanus Eliasen, eftir gott horna úr vinstru frá Gunnari Nielsen, sum saman við Sylla var sera væl upplagdur á toppinum.
Uppløgdu møguleikarnir vóru ikki so nógvir í 1. hálvleiki. ÍF legði grammari fyri, men sum hálvleikurin leið hevði GÍ hug at taka betri partar fyri seg. Popczynski var í 1. hálvleiki ofta afturi á miðvøllinum fyri at fáa skil á samanspælið, sum tað annars knípti hjá GÍ at fáa skil á. Súni Olsen var á toppinum, og viðhvørt tóktist tað sum um, at ÍF verjan ikki hevði hann í nóg stuttum tjóðri, men hann gjørdist ongantíð vandamikil undan hvíldini.
Tríggjar minuttir eftir steðgin var ÍF tjóðrið ov langt. Eftir GÍ framlegg úr høgru gjørdist Súni Olsen blankur frammanfyri tríggjar reyðar, og tá ið hann skuldi skjóta, varð hann trýstur niður.
Hjá fuglfirðingum, sum so ofta hava verið snýttir av GÍ, mundi hetta kennast sum vátur vøttur, men ÍF fótari sær. Magni á Lakjuni varð settur á miðvøllin í vinstru, og hann setti ikki fótin skeivan eina tí einastu ferðina. Hann legði fram til Sylla, sum í vinstru sneiddi seg leysan og smekkaði til. Hallur Hansen hálvbjargaði, og so var Gunnar Nielsen fyrstur á returinum.
Popczynski syrgdi fyri, at vónin hjá GÍ helt eina løtu afturat. Eftir álop í høgru og eitt sindur av trýsti, smekkaði hann til úr seytjan metum. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti Allan Joensen, og so var tað aftur javnt.
So var Magni á Lakjuni aftur upp á spæl. Eftir innlegg úr høgru, sum snittaði skallan á GÍ verjuspælara, heilfluktaði veteranurin við handara stólpan og í málið. Rómurin var stórur, og hann fekk eina tonn afturat, tá ið Hanus Eliasen, sum var væl upplagdur í 2. hálvleiki, sneiddi tveir av, fór til baklinjuna í høgru og legði til handara stólpan, har Sylla tveitti seg fram og stútaði til 4-2.
ÍF sjálvmálið pyntaði um støðuna hjá GÍ, men tað gjørdist ikki til meiri enn pynt. Gøtumenn fóru til hús við ongum, og fuglfirðingar sólaðu sær í, at teirra lið eftir tvær tær fyrstu royndirnar hevur fult stigatal.