Tað sum eg gleði meg mest til

- Eg minnist serliga eina røðu, sum Petur Kruse, sáli, helt á vestanstevnu eitt árið, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri.

- Tá eg seti mær spurningin, hvat eg gleði meg mest til á vestanstevnu, so er tað at hitta gamlar vinir og kenningar, ið leita aftur til bygdar við hetta høvið.

 

Soleiðis sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, nú vestanstevna verður í Sørvági um vikuskiftið, 8.-10. juli. Tað verður eisini borgarstjórin, sum fríggjakvøldið klokkan 20 fer at seta vestanstevnu, og Sørvágs Tónleikarfelag fer at spæla.

 

Hálvan tíma fyri setanina, verður skrúðgonga við hestum og ítróttarfólki, og her verður gingið í ítróttarklæðum frá Libanon og oman á stevnuøkið, har hátíðarløtan verður.

 

Sjálvur var Sune Jacobsen blaðungur, tá hann fyrstu ferð helt røðu á vestanstevnu. Tað eru umleið 40 ár síðan, at hann fyrstu ferð varð valdur í bygdaráðið, og hesi 40 árini hevur hann sitið í bygdaráðnum í umleið 20 ár. Sune er eisini kendur úr landspolitikki.

 

- Vestanstevna, sum vit kenna hana í dag, byrjaði í 1945 sum vágastevna, sum árini eftir skifti millum bygdirnar í Vágum. Á hesi fyrstu stevnuni varð rógvið kapp á Sørvágsvatni.

 

Í 1952 kom Vestmanna upp í skiftið um stevnuna, og tá fekk stevnan navnið, vestanstevna.

 

Borgarstjórin vísir á, at síðan Vestmanna nøkur ár herfyri gjørdist partur av fjarðastevnu í skifti millum Skála, Strendur og Vestmanna, koyrir vestanstevna nú í skifti millum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum.

 

- Tá eg seti mær sjálvum spurningin, hvat eg sum miðalaldrandi mest gleði meg til á vestanstevnu, so er tað serliga at hitta gamlar vinir og kenningar, ið leita aftur til bygdar við hetta høvið.

 

Sune Jacobsen sigur seg serliga minnast eina røðu, sum Petur Kruse, sáli, sum tá var borgarstjóri í Sørvágs kommunu, helt á vestanstevnu eitt árið. Í røðu síni nam hann við kærleikan til staðið - kærleikan til Sørvág.

 

Borgarstjórin sigur, at Petur Kruse tosaði um sørvingar, sum høvdu sínar røtur í bygdini, men sum høvdu búsett seg aðrastaðni og leitaðu vestur aftur til sínar røtur á vestanstevnu. Hann nevndi eisini, hvussu gott tað var at fáa respons - ella afturmeldingar - frá fólki, sum síggja bygdina í einum øðrum ljósi enn tey fólk, sum dagliga liva og búleikast her.

 

- Gløgt er gestsins eyga, sum vit plaga at siga, og tað er eisini gott at fáa at vita, hvat onnur halda um tað, sum verður gjørt. Her kundi tú fáa at vita, hvat útisetar meta er gott, og hvat kanska er minni gott í bygdini.

 

Sune Jacobsen sigur seg serliga minnast boðskapin hjá Peturi Kruse um skylduna, sum øll hava, at verja og varðveita tað góða umhvørvi, sum bygdin eigur.