Tað stuttligasta var, tá ið omman fór á flog

Revurin í Valbakkaskóginum er nakað svangur í dag. Um vikuskiftið varð hann umvendur til vegetar, og akkurát sum øll hini djórini etur hann nú bara gras, nøtir og røtur og er nakað so søtur

Sjónleikarhúsið leggur í hesum døgum pall til eina serstakliga væleydnaða uppseting av leikinum um Klintrimús, har ein av sonnum fær eina kenslu av at vera til staðar í ævintýrheiminum hjá Thorbjørn Egner.

Havnar Sjónleikarfelag hevur seinastu mongu árini havt ein barnaklassikara á skránni við umleið trý ára millumbili. Eins og áður hevur felagið í ár valt ein leik hjá norska høvundanum Thorbjørn Egner. Seinast var tað Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, sum við 63 framførslum setti met hjá felagnum.

Omanfyri fimmti fólk eru við í uppsetingini, har tey eftir øllum at døma hava plantað helvtina av plantaguni inni í salinum! Herligt, tí pallmyndin riggar so sera væl, at hon lættliga vinnur á mongu tøkniligu tilboðunum, sum børn í dag hava atgongd til. Tí tað er altso nakað annað, at sleppa inn í sjálvan heimin, enn at uppliva hann á einum skíggja.


Klassiskt og modernað

Egi Dam leikstjórnar, og høvuðsleiklutirnar eiga Hanna Flóvinsdóttir, sum spælir Klintrimús, Barbaru Hentze í Stórustovu, sum er Skógmús Mortan, og Hjálmar Dam, sum er Mikkjal Revur.

Tað er týðuligt, at fólkini handan leikin ynskja at fortelja ta røttu útgávuna av søguni, sum jú er ein klassikari. Men tíbetur hava tey eisini lagað hana eitt sindur til nútíðina, og ikki minst, til børnini í dag. Hetta kemur eitt nú til sjóndar í litføgru og væl skornu búnunum, modernaða kropsmálinum og rútmunum, har elementir frá hip-hop, jazz- og teknifilmsmentantini sníkja seg inn av og á – væl stuðlað av einari framúr góðari ljósmynd og dugnaligum tónleikarum.

Yngsti sonurin og dóttirin eru eisini samd um, at pallurin er ordiliga flottur.

- Men, tað stuttligasta var, tá ið omman fór á flog, søgdu tey aftaná.


Klokkuklárur sangur

Leikararnir koma sum heild væl frá uppgávuni – serliga tey, sum eiga høvuðsleiklutirnar. Tey eru sikkur í spælinum og syngja klokkureint. Onkrir av smærri leiklutunum eru í so spakir og tosa ov seint. Tey eru kanska óvand við áskoðarar, og skulu líka læra at elska tann partin av pall-lívinum eisini.

Um vit skulu fýlast á nakað, so er tað afturvendandi trupulleikarnir við Madonna-mikrofonunum, sum svíkja ov ofta. Og leikurin er ov drúgvur og kundi verið væl styttri, um einir fýra-fimm av teimum minni kendu sangunum vórðu tiknir úr – tað er ein orsøk til, at teir eru so ókendir.


Meirilutin ræður

Samanumtikið er leikurin enn ein stuttlig og hugnalig sjónleikaruppliving í Sjónleikarhúsinum. Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum, eru, sum altíð hjá norska multitalentinum Thorbjørn Egner, eyðkend av einum norðurlendskum undirtóna av barnsligum einfeldi, har rættvísi og skilvísi vinna til endans.

Sjálvur sigur Thorbjørn Egner, at í Valbakkaskóginum finnur tú, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum.


Tað var kanska eitt sindur synd í revinum. Men ein er, sum er glaður fyri, at tað gekk sum tað gekk. Og tað er ikki Janus, men Klintirmús og øll hini djórini í Valbakkaskóginum, sum nú kunnu liva friðarliga saman í sátt og semju, akkurát sum fólkini í Kardamummubýnum, har tey eisini lærdu at virða meirilutan og at halda lógina. Og hóast øll ikki vóru líka samd, so blivu tey allíkavæl noydd inn í felagsskapin – og so vóru øll so glað og klappaðu og róptu Hurraaa. Og soleiðis skal ein góð søga helst enda, tí annars vera børnini kedd, og tað kunnu vit jú ikki hava.




Framførslurnar verða:

Týsdagin 28. oktober kl. 19

Mikudagin 29. oktober kl. 19

Mikudagin 29. oktober kl. 19

Fríggjadagin 31. oktober kl. 20

Sunnudagin 2. november kl. 17

Týsdagin 4. november kl. 19

Mikudagin 5. november kl. 19

Fríggjadagin 7. november kl. 20

Leygardagin 8. november kl. 17

Sunnudagin 9. november kl. 17

Týsdagin 11. november kl. 19

Mikudagin 12. november kl. 19

Fríggjadagin 14. november kl. 20

Leygardagin 15. november kl. 17

Sunnudagin 16. november kl. 17


--


Mýsnar handan Klintrimús


Rithøvundur og tónasmíð: Thorbjørn Egner

Týðarar: Eyðun Johannesen og Ria Tórgarð

Leikstjóri: Egi Dam

Klintrimús: Hanna Flóvinsdóttir

Skógmús Mortan: Barbara Hentze í Stórustovu

Mikkjal Revur: Hjálmar Dam

Haruper: Marita Svartá

Bakaradrongurin: Sámal H Hansen

Bamsapól: Rói Næs

Bjarnamamman: Karin Djurhuus

Murrimann: Kristian Pauli Ellefsen

Omman: Gunhild V Michelsen

Per: Jónatan Petersen

Lisa: Gunnhild Hansen

Tom: Edvard Jacobsen

Pætur Pinnagrísur: Sasho M Bjartsson

Hjallsmúsin: Laila Mote

Elsdýrið: Mariann Hansen

Hannibal/Krákan: Jógvan Jón Nicolajsen

Konan/Uglan: Rúna Mortensen

Maðurin: Tóri í Hoyvík

Tónleikaarrangement og bass: Bjarki Meitil

Tangentar: Katrina Petersen og Mathias Kapnas

Slagverk: Rúni W Højgaard

Pallmynd:Anna Sofía Egilstrøð og Jóanes Andreasen

Rekvisitørur: Anna Dyrdal

Pallsmíð: Jóannes Andreasen, Anna Sofía Egilstrøð, Poul Dávur Hammer, Hjálmar Dam, Birgir Djurhuus, Reimar Djurhuus og Nicolaj Falck

Ljós: Larus Bjørnsson

Ljóð: Jón McBirnie

Ljós- og ljóðkoyring: Elisabeth S Olsen

Búnasniðgevi: Marjun Jóanesardóttir

Seyming: Oddvør Petersen og Anna Sofía Egilstrøð

Hattar, oyru og halar: Marjun Jóanesardóttir

Hár og smyrsl: Drós Djurhuus

Koreografi: Sharon Weiss

Pallmýs: Kristina Christiansen, Elsa Jacobsen, Anna Sofía Egilstrøð, Anna Dyrdal og Oddvør Petersen

Hjálparmýs: Hjørdis Trónd og Elisabeth S. Olsen

Framleiðslumús: Jóanna Djurhuus

Leikhúsmús: Jytte Joensen

Myndir: Jan Egil Kristiansen