Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur 07 Vestur tapt ímóti B36, NSÍ og Víkingi. Tað var ikki annað, enn tað kundi roknast við.
Í dag skal 07 Vestur spæla á Skála. 07 Vestur er undir strikuni. Tað eru seks stig og verri málmunur fram til áttanda plássi. Skála er á áttanda plássi. Um heimaliðið vinnur í dag, og fjarstøðan harvið verður níggju stig fraá 07 Vestur og fram til áttanda plássið, so verða sannlíkindini rættiliga stór fyri, at einasta vónin um bjarging verður, at bara eitt lið fer at kvalifisera seg til uppflyting úr næstbestu deildini.
-Nú standa ógvuliga týdningarmiklir dystir fyri framman. Vit vita, at tað er alneyðugt við úrtøku, nú vit skulu spæla ímóti Skála á útivølli og so ímóti EB/Streymi á heimavølli, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen.
Tá ið Skála í sætta umfari var í Vágum, var úrslitið 1-1.
Tað kemur illa við hjá 07 Vestur, at Gunleif Magnusarson er langtíðarskaddur.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Skála verið á sigurskós, uttan at tað er eydnast at vinna. Samlaða úrtøkan ímóti B36 í Gundadali og EB/Streymi á heimavølli var bara eitt stig. Í evstu løtu varð 1-0 leiðslan vend til 2-1 tap ímóti B36, og EB/Streymur javnaði fram ímóti dystarenda, tá ið tað var um reppið, at Skála misti alt.
Ólavur Mikkelsen og Jákup Johansen eru langtíðarskaddir. Miðverjin Valeri Iobashvili er leikbannaður, og loyvini Michal Przybylski hevur bíðað eftir, at loyvini skulu koma upp á pláss.










