Tað størsta var at lata upp matstovu

- Eg vóni, at vit aftur kunnu fáa ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt, nú koppingarevnið er komið, sigur Ingun Poulsen.

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?

- Sum altíð verður nýggjárið hildið í nýggjársbygdini, Vági. Hetta verður eitt øðrvísi nýggjár, nú tað mesta er avlýst, men eg gleði meg at hugna mær saman við familjuni við góðum mati og øðrum.

Tað sigur Ingun Poulsen í Vági.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?

- Størsta hendingin var at lata upp egna matstovu - matstovuna Garðslon í Vági - og hetta hendi júst á mínum føðingardegi hin 5. juni. 

Og hvat var tað keðiligasta í 2020?

- Tað keðiligasta í árinum má vera, at covid-19 legði land okkara og allan heimin lamnan. Eg plagi at ferðast nógv, so hetta hevur verið eitt undarligt ár. 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?

- Eg vóni og krossi fingrar fyri, at vit aftur kunnu fáa ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt, nú koppingarevnið er komið. Eg vóni eisini, at øll míni nærmastu koma væl inn í nýggja árið. 

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?

- Mítt nýggjárslyfti er, at eg ikki ætli mær at eta so nógv søtt í nýggja árinum, sigur Ingun Poulsen brosandi.

##med2##