Tað snýr seg um at fáa mest fyri hvørja krónu

Kristina Háfoss heldur, at landið og kommunurnar mugu semjast um at spreiða almennu íløgurnar betri

Ein av afturvendandi atfinningunum hjá Búskaparráðnum, er at almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, tað vil siga, at tað almenna nýtir nógvan pening í góðum tíðum og sparir í ringum tíðum.

 

Búskaparráðið hevur tí mælt til, at almennu íløgurnar verða spjaddar eitt sindur meiri og at tað almenna bíðar við sínum íløgum til lágkonjunkturur er í samfelagnum.

 

Avbjóðingin við hesum er, at almennu íløgurnar eru samansettar av íløgum landsins og íløgum kommununar, tað vil siga, at landsstýrið og hvør kommuna sær setir íløgurnar í gongd.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur áður sagt, at tað hevði verið gott, um landið og kommunurnar kundu gjørt eina felags íløguætlan, so at ov nógv trýst ikki bleiv lagt á byggivinnuna samstundis.

 

Hetta hevur tó ikki eydnast henni.

- Vit hava havt nakrar fundir við kommunurnar, men tað vísir seg at vera torført at koma á mál hesum viðvíkjandi. Í staðin hava vit í fíggjarkørmunum hjá landinum gjørt nøkur tilmæli og heitt á kommunurnar um at ansa eftir, at ov nógv ikki verður sett í gongd samstundis, sigur hon.

 

Fíggjarmálaráðið hevur tó ikki nakað stórvegis vald yvir fíggjarætlanunum hjá kommunum, so landsstýrið kann ikki geva kommunum harraboð.

- Tað er ikki uttan so, at kommunurnar skylda yvir eina skattaálíkning, og tað royna vit at minna kommunurnar á. Tað er tó ikki nokk fyri at tálma almennu íløgurnar, sigur hon.

 

Kristina Háfoss heldur tó, at tað kann loysa seg fíggjarliga at bíða við nøkrum íløgum.

- Tað snýr seg um at fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu. Tí tapa vit øll, um allar almennu íløgurnar verða settar í gongd samstundis, so at vit trýsta prísin hjá hvørjum øðrum upp, sigur hon.

 

Hon dylir ikki fyri, at hon kundi hugsað sær, at landið hevði størri myndugleika til at raðfesta almennu íløgurnar, eisini hjá kommununum.

- Tað er tó ikki meiriluti í tinginum fyri at gera nakrar broytingar á hasum økinum nú, og eg vænti ikki, at tað verður meiriluti í næstu framtíð, sigur hon.