Turið Kjølbro
Síðani januar í fjør hevur dramaverkstað verið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum á Hallarheygi í Havn. Har eru børn og ung í aldrinum 9 til 20 ár komin á skeið, og síðani byrjan hava 130 børn tikið lut, flestu teirra á fleiri skeiðum.
Hjørdis Johansen er lærari teirra. Hon er ein royndur áhugaleikari og hevur í nógv ár leikt við í sjónleikum bæði í Havnar Sjónleikarfelag og í Grímu. Umframt var hon við í uttanduraleikinum Giu og Grana í SvF, hon hevur undirhildið børnum á bókasøvnum og í bókabilinum við søgum og dukkuleiki. Barnaárið 1978 gav hon út væl umtóktu plátuna Barnasangir. Seinnu árini hevur hon fingið sær útbúgving innan leikstjórnan í Íslandi, umframt at hon hevur verið við á nógvum øðrum skeiðum. Í ár er hon farin undir at útbúgva seg sum barnaleikhúsleiðara.
- Hugskotið aftan fyri dramaverkstaðið er at arbeiða rættiliga miðvíst við drama og sjónleiki. Hvussu ert tú á einum palli, hvat skal tú gera har og hvussu skalt tú uppføra teg, sigur Hjørdis Johansen.
Búning
Á skeiðunum verður dentur lagdur á, at luttakararnir verða mentir persónliga, at teir fáa innlit í sjónleikarlistina og at teir verða betur førir fyri at fáa nakað burtur úr teirra egna lívi. Ikki minstan týdning hevur tað, at børnini og tey ungu hava tað stuttligt meðan tey eru við, og at tey læra nakað um samstarv og at hava ábyrgd fyri hvør øðrum, bæði á palli og í lívinum.
- Ymiskt er sjálvsagt, hvussu tað eydnast teimum einstøku og hvat tann einstaki leggur mestan dentin á, men gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum. Og tá kunnu øll fáa okkurt burtur úr.
- Ikki øll, sum taka lut á skeiðunum, enda sum sjónleikarar ella nakað í námind av tí, men tey læra nógv, sum hevur við framførslu at gera. Ein vinningur er, at vit um nøkur ár fáa kritiskar áskoðarar og áhoyrarar. Ein, ið veit, hvat tað snýr seg um, dugur betur at meta um, um tað sum verður framført á palli er gott ella minni gott. Øll kenna til, hvussu ringt tað kann vera at stíga fram á palli ella aðra staðni. Við teknikkinum, eg læri børnini, læra tey at fáa tamarhald á støðuni. Tað snýr seg í grundini um at fáa fatur á sær sjálvum, halda fast og klára eina uppgávu frá byrjan til enda, sigur Hjørdis Johansen.
Hvussu koma børnini so langt, at tey megna uppgávuna?
- Hættirnir eru nógvir og eg havi mín egna máta at arbeiða eftir út frá royndum og skeiðum. Fyrst og fremst ræður tað um at hava tað trygt, gott og stuttligt, og at vera saman við nógvum. Men tað skulu eisini avbjóðingar til, har eg seti nøkur krøv.
Spæl og upplivingar
Alt verður gjørt ígjøgnum spøl, tað er stuttligt alla tíðina, og uttan at luttakararnir varnast tað, hava teir lært nakað nýtt.
- Frá foreldrum havi eg fingið at fingið, at børn teirra eru ment nógv av at hava tikið lut á skeiðunum. At tey hava fingið størri sjálvsálit og tora eitthvørt betur.
- Allar tær ymsu venjingarnar, vit gera á skeiðunum, gera, at luttakararnir taka seg væl fram eisini kropsliga. Hevur tú tamarhald á kroppinum, fært tú lættari tamarhald á tonkunum. Tað virkar báðar vegir, sigur Hjørdis Johansen.
Bólkarnir telja umleið 12-14 persónar, skeiðini eru seks í alt, men felags fyri øll er, at ov fáir dreingir tekna seg. Einasta krav, ið sett verður luttakarunum er, at teir hava hug til drama og sjónleik. Skeiðini, sum nú eru farin í gongd á Hallarheygi halda fram til mai næsta ár.
- Møguliga endar skeiðið við, at vit seta ein leik upp, men tað er ikki sjálvt endamálið, sigur Hjørdis Johansen.