Tað skal verða nógv lættari at fáa fatur á ljóbókum

Á Landsbókasavninum eru tey við at leggja síðstu hond á eina skipan, sum fer at gera tað munandi lættari

Landsbókasavninum er nú við at leggja síðstu hond á eina tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, ið fer at verða tøk á netinum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Hanna Jensen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Framsókn, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu tað stendur til við føroyskum ljóðbókum.

Jenis av Rana sigur, at við nýggju skipanini er ætlanin, at bókasøvn kunnu hava ljóðbøkur til láns til almenningin og skipanin er eisini ætlað teimum, ið hava serligan tørv á ljóðbókum.

Nakað av arbeiði er eftir at gera, men miðað verður móti, at nýggja skipanin at lána ljóðbøkur á netinum verður tøk til várs, sigur hann. Men tað er treytað av, at allar neyðugar avtalur við rættindahavarar, fáast til vega.

Jenis av Rana sigur, at talan er um eina skipan, sum er ment í Danmark og sum er roynd á donskum bókasøvnum. Hetta er eisini ein skipan, sum bókasøvnini í øðrum norðurlondum hava í hyggju at brúka.

– Skipanin hevur eisini tann fyrimunin, at føroyingar í Danmark fáa atgongd til allar knapt 500 ljóðbøkurnar, ið Ljóðbókatænastan hevur framleitt higartil, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at í fjør vórðu 43 ljóðbøkur givnar út. Av teimum vóru 20 nýframleiddar ljóðbøkur og 23 ljóðbøkur, ið áður eru givnar út á kasettubondum. Talan er bæði um bøkur til børn og ung, fagrar bókmentir, skúlabøkur og yrkisbókmentir.

Hann sigur eisini, at endamálið hjá Námi, er, at allar bøkur, ið tey geva út, eisini verða givnar út sum ljóðbøkur. Eisini onnur forløg geva ljóðbøkur út, men tað er dýrt tí føroyski marknaðurin er so lítil.