– Tey, sum keypa sær ein bústað, skulu tryggjast ímóti, at rentan á bústaðarláninum hækkar mitt í øllum.
Tað krevur Sambandsflokkurin, og tí krevur flokkurin eisini, at skipað verður so fyri, at tey, sum lána til bústað, skulu fáa eina fasta rentu, sum er galdandi til lánið er goldið.
– Seinastu árini er alsamt størri partur av láninum til sethús fíggjaður við vanligum bankalánum til skiftandi rentu, heldur enn at nýta trygg realkredittlán, har sethúsaeigarin ikki verður tikin á bóli um ella tá rentan fer upp, staðfestir Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Tí krevur flokkurin nú, at fólk skulu tryggjast móti rentuhækkingum, tí hækkar rentan nógv, er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð fyri skjeyti, áðrenn tey vita av, leggur hann afturat.
– Rentufellan er tann ringasta at detta niður í og tí má tað almenna taka eitt álvarsligt tak og verða við til rentutryggingina, leggur hann afturat.
Sambandsflokkurin heldur eisini, at tað er ein andsøgn í, at tey, sum byggja íbúðir til leigu, sleppa undan at rinda mvg, men tey, sum byggja sethús, ella keypa eina íbúð, skulu rinda mvg
– Hetta skal broytast skjótt, so at leiguíbúðir og eigaraíbúðir og sethús verða viðgjørd eins, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir eisini á, at familjur skulu fáa møguleikan at leiga grundstykki, heldur enn at verða noydd at keypa. Sleppa familjur undan at keypa grundstykki, sleppa tær undan at leggja tað fyrstu hálvu, ella hálvaaðru milliónir á borðið fyri eitt grundstykki.
Sambandsflokkurin ætlar eisini at gera tað bíligari at tinglýsa. Í løtuni kann tað kosta einar 30.000 krónur, ella meiri, at tinglysa eina ogn, og tey, ið seta búgv, hava ikki ráð til »slík rán«, sum Bárður S. Nielsen, málber seg.
Les meiri HER
Tey, sum keypa sær ein bústað, skulu tryggjast ímóti, at rentan á bústaðarláninum hækkar mitt í øllum.
Tað krevur Sambandsflokkurin, og tí krevur flokkurin eisini, at skipað verður so fyri, at tey, sum lána til bústað, skulu fáa eina fasta rentu, sum er galdandi til lánið er goldið.
– Seinastu árini er alsamt størri partur av láninum til sethús fíggjaður við vanligum bankalánum til skiftandi rentu, heldur enn at nýta trygg realkredittlán, har sethúsaeigarin ikki verður tikin á bóli um ella tá rentan fer upp, staðfestir Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Tí krevur flokkurin nú, at fólk skulu tryggjast móti rentuhækkingum, tí hækkar rentan nógv, er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð fyri skjeyti, áðrenn tey vita av, leggur hann afturat.
– Rentufellan er tann ringasta at detta niður í og tí má tað almenna taka eitt álvarsligt tak og verða við til rentutryggingina, leggur hann afturat.
Sambandsflokkurin heldur eisini, at tað er ein andsøgn í, at tey, sum byggja íbúðir til leigu, sleppa undan at rinda mvg, men tey, sum byggja sethús, ella keypa eina íbúð, skulu rinda mvg
– Hetta skal broytast skjótt, so at leiguíbúðir og eigaraíbúðir og sethús verða viðgjørd eins, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir eisini á, at familjur skulu fáa møguleikan at leiga grundstykki, heldur enn at verða noydd at keypa. Sleppa familjur undan at keypa grundstykki, sleppa tær undan at leggja tað fyrstu hálvu, ella hálvaaðru milliónir á borðið fyri eitt grundstykki.
Sambandsflokkurin ætlar eisini at gera tað bíligari at tinglýsa. Í løtuni kann tað kosta einar 30.000 krónur, ella meiri, at tinglysa eina ogn og tey, ið seta búgv, hava ikki ráð til »slík rán«, sum Bárður S. Nielsen, málber seg.
Les meiri HER