Tað skal verða nógv bíligari at taka koyrikort til prutl, enn teir prísir, sum nú eru nevndir
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Fyri eini løtu síðani skrivaðu vit um, at Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hvassliga átalaði, at samgongan hevði sett eina kunngerð í gildi, sum ger at nú kostar tað einar 18.000 krónur hjá einum ungdómi at taka koyrikort til prutl
Les eisini: Hetta er tað grovasta samgongan hevur gjørt
Tað er ein koyrilærari, sum hevur gjørt vart við hetta í gjár.
Men Henrik Old vísir hann á, at nettupp koyrilærararnir fingu málið til ummælis áðrenn tað varð sett í verk, men hann harmast um, at »tað kundi ikki fallið teimum inn at svara aftur«, sum hann tók til.
Henrik Old heldur, at tað er koyrilærararnir eru alt ov dýrir í hesum føri og tí heldur hann, at tað er avgerandi at fáa undirvísingina sum ein part av kvøldskúlanum.
Hann sigur, at onkrir kvøldskúlar eru longu farnir at fyrireika seg til at undirvísa í teori til koyrikort til prutl og nú verður takið at fáa fleiri kvøldskúlar við.
Hann sigur, at hann veit, at nakrir kvøldskúlar eru sinnaðir at vera við og tá ið greiða er fingin á, verður tað lættari at fáa koyrikort til prutl.
– So fer koyrikortið at kosta nakrar hundrað krónur og ikki 18.000 krónur, sum tað ger nú.
Hann heldur, at tað er ógvuliga avgerandi at bjarga teimum ungu undan koyrilærarum, sum taka so nógvan pening fyri koyrikort til prutl.
Les eisini: Koyrikort til prutl kosta upp til 18.000 krónur
Annars sigur Henrik Old, at annars hevði hann tað fatan, at ein avtala var klár við kommunurnar um at fáa undirvísingina til koyrikort til prutl í kvøldskúlarnar, men síðani broytti kommunurnar brádliga meining, og vildu ikki vera við kortini.
Men hann er ikki samdur í við Jørgen Niclasen í, at tað er nóg mikið, at tey ungu fáa eina teoribók heim við at lesa, tí tað er neyðugt við eitt sindur av skipaðari undirvísing.










