Tíggjundi flokkarnir kring landið skulu nú leggjast saman í sjey samstarvsøki. Tað er eitt endmál, nú ætlanin er at broyta fólkaskúlalógina. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt eitt uppskot um at broyta fólkaskúlalógina og tað verður lagt fyri Løgtingið nú í vár.
Fyribils er uppskotið sent ymsum pørtum í samfelagnum til hoyringar og har stendur, at umframt at tíggjunda flokkarnir verða lagdir saman í sjey samstarvseindir, skal eisini eitt minstamark setast fyri, hvussu nógvir næmingar skulu vera í eini slíkari samstarvseind
– Í dag er einki minstamark fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í einum tíggjunda flokki, og tí fær ein skúli, sum hevur tíggjunda flokk, játtan til ein heilan flokk uttan mun til, um tað eru ein ella 24 næmingar í flokkinum. Í verandi skúlaári hevur minsti tíggjuni flokkurin tveir næmingar, og tað eru fimm tíggjunda flokkar, sum hava færri enn 10 næmingar.
Við so lítlum næmingagrundarlagi eru møguleikarnir fyri breytum og felags tiltøkum rættiliga avmarkaðir, sigur Rigmor Dam.
Samstundis verður samfelagsfrøði kravd lærugrein í 7. – 9. flokki. Í samfelagsfrøði læra næmingarnir um fólkaræði, rættindi og skyldur, kommunur, løgting, skúlar og nærumhvørvið. Eisini læra næmingarnir um miðlar, eisini um nýggju miðlarnar sum Snapchat og Instagram, sum tey ungu brúka, og tey hava eisini brúk fyri at verða kunnað um, hvussu tey kunnu verja seg fyri tí, ið fer fram í ymsu miðlunum.
Men ætlanin er eisini, at smærri skúlar, sum hava færri enn 50 næmingar, skulu kunna leggjast saman við størri skúlar. Men teir smáu skúlarnir skulu ikki niðurleggjast. Og tað skal eisini verða lættari hjá kommunum at samstarva um fólkaskúlan.
Í dag eru smærru skúlarnir sjálvstøðugir skúlar. Sostatt er læraratalið avmarkað, og tí mugu lærarar undirvísa í fleiri lærugreinum, eisini lærugreinum, har teir ikki hava linjulestur. Í samanlagda skúlanum ber til at seta lærarar við námsfrøðiligum og fakligum førleika í øllum lærugreinunum. Í samanlagda skúlanum hava lærarnir eisini eitt størri fakligt og námsfrøðiligt umhvørvi til fakligt samstarv og menning í sínum arbeiði.











