Tað er óvanliga friðarligt í undirgrundarbreytini í New York í dag. Klokkan seks í gjárkvøldið okkara tíð fór tað seinasta tokið frá støðini Grand Central. So komu menn hjá tilbúgvingini og lótu allar srøðirnar aftur og settu byrgingar upp.
Orsøkin er úti í Atlantshavinum, haðani Sandy nærkast landi við vindi og regni. Tað er tað nógva avfallið saman við stórari flóð, sum ger, at myndugleikarnir hava gjørt av at lata undirgrundarbreytina aftur.
Men Sandy ávirkar ikki bara ferðsluna á jørðini og undir jørð. Nógv flogfeløg hava avlýst sínar ferðir til og úr býunum við amerikonsku eysturstrondina, og sambært amerikanska loftferðslueftirlitinum eru 7.600 ferðir avlýstar.
Barack Obama, forseti, bað í gjárkvøldið fólk taka allar ávaringar um Sandy í størsta álvara.