Tað ringasta er at halda skil á pappírunum

Tað er alt ov tvørligt hjá fólki at fáast við ymsar heimavirkaðar vørur. Tað halda fleiri løgtingslimir, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at ger tað partvís skattafrítt at fáast við heimavirkaðar vørur og at selja tær.

 

Ítøkiliga verður skotið upp, at tær fyrstu 50.000 krónur av inntøkuni av heimavirkaðum vørum, skal vera skattafrí og av inntøkuni oman fyri 50.000 krónur, skal skatturin vera 15 prosent. Tey, sum fáast við heimavirki skulu heldur ikki rinda mvg.

 

Fólkaflokkurin hevur lagt sama uppskot fram fleiri ferðir áður, men tað hevur ongantíð fingið undirtøku, men nú eru tað fleiri løgtingslimir, sum halda, at hetta er eitt gott hugskot.

 

Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sigur, at hann hevur tosað við nógv fólk, sum fáast við heimavirki og tey siga, at tað ringasta hjá teimum er alt pappírsarbeiði, sum krevst, tí inntøkan skal gevast upp í skatti. So hvørja ferð, ein kona keypir nøkur noður av tógvi, skal hon halda skil á, hvat er til privata, og hvar er ætlað til heimavirkaðar vørur og tað er køvandi fyri áhugan fyri heimavirki.

 

Hann vísir eisini, at at nógv hava tað fatan, at heimavirki eru bara bundnar skóleistar, hosur og troyggjur. Men tað er so nógv fjølbroyttari enn so, tí heimavirki er eisini heimagjørdur matur, grindaknívar, træskurður av ymusm slagi, lutir úr horni, glaslist og alt møguligt. Og Heimavirkið er heldur ikki bara eitt ítriv fyri konufólk, men eisini eitt ítriv, nógv mannfólk fáast við.

 

Og fleiri løgtingslimir halda, at tey, sum fáast við slíkt, hugsa neyvan um tann stóra vinningin, tí hetta er meiri eitt ítriv. Og hetta er eisini eitt ítriv, sum hevur stóran týdning í royndunum at halda fólk virkin.

 

Tí heldur bæði Pauli Trónd Petersen, og fleiri aðrir løgtingslimir við honum, at tað skal ikki verða so tvørligt at fáast við hetta, sum tað er nú. Og tey, sum fáast við hetta, siga, at tað ringasta er alt pappírsarbeiðið, ið krevst fyri at gera skattin upp.

 

Løgtingslimir hava eisini varhugan av, at hóast talan er um smáttarí, noyðiast Taks at brúka ikki sørt av orku upp á at ráðgeva fólki, sum fáast við heimavirki. Tí eru nógvir løgtingslimir samdir um, at hetta eru viðurskifti, sum eiga at verða broytt.

 

Men samstundis vísa Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og onnur á, at vit mugu ansa sera væl eftir at hetta ikki verður kappingaravlagandi ímóti teimum, sum liva av ymsum handverki av ymsum slagi.  

 

Tinglimir vísa eisini á, at hetta hevur at kalla ongan týdning fyri landskassan, tí tað eru fá, sum geva nakað upp av inntøkum av heimavirkaðum vørum.