Tað ræður um at grípa dagin

- Eg livi í núinum, ræðist forútsigiligheit, elski at vakna um morgunin, og ikki vita, hvat dagurin hevur at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri listina, alt má ikki gerast so forútsigiligt og setast í bás. Vit listarfólk skulu kunna yvirraska, helst allatíðina, og taka pulsin á tíðini vit liva í, sigur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum flutti av Nørrebrúgv til Vágs at búgva fyri fýra árum síðan

- Abbi, Sigmund Petersen av Tvøroyri, var listamálari. Eg og systkinabørnini vóru sera hugtikin av honum. Vit sótu heima hjá ommu og honum, fingu nýbakaðir bollar og gjørdu modellervoks, stríddist við at skapað eitthvørt, ið bar brá av eini mús. So kom abbi, tók ein klump, klamsaði nakrar ferðir í lógvunum: “her er ein mús”, og so stóð hann við mest fullkomnu músini, og vit bara stardu at honum. Tað var kanska ikki so øgiliga pedagogiskt, men ikki minst, so gjørdist tað ein gularót hjá mær, at læra tingini til fulnar, og stremba eftir fullkomna úrslitinum, sigur listakvinnan Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. - Omma var eisini sera krea­tiv, Herborg æt hon, ættað úr Skopun. Hon hevði eina fantast­iska striku, teknaði nógvar kisku-dukkulisur, sum vit nevndu tær, og sum vóru modernaðar á hennara ungu døgum. Dukkulisurnar kundu vera eitt sindur frekar, í neglisjé, og blinkaðu við øðrum eyganum. Omma hevði ongar ambitiónir um at fara listarvegin, hon var høgra hond hjá abba, hjálpti honum við at stoypa relief og málaði eisini fyri hann. Listin var meiri hondverksbaserað og kommerciel, t.d. gjørdi hann ikki ein Tindhólm, men kanska 50. Aggi situr í bleytu sofuni og tosar. Yvir høvdinum á henni er veggurin spekkaður við myndum, fleiri hjá abbanum. Har hongur dansiringurin í relief, ein av yndismyndunum hjá Aggi, og fleiri skitsur. - Skitsurnar eru tað besta hjá honum, havi fleiri perlur hangandi her, skitsan er tað sanna og ektaða, her sleppur tú ikki at angra, tí er hon so fantastisk. Sjálv geri eg ikki skitsur, á sama hátt, hjá mær er umráðandi, at øll verkini eru eitt slag av skitsu, sigur Aggi, sum sjálv eisini valdi sær listina sum útbúgvingarleið. Bygdalív og málningalist Aggi er 41 ára gomul. Hon er útbúgvin á Listaháskúlanum á Fyn, flutti síðan til Keypmanna­havnar, har hon hevði verkstað, saman við øðrum. Og eftir at hon og maðurin Sørin høvdu fingið trý børn, Svannu, sum nú er 10 ár, Tummas, sum er 7 og Markus, sum er 4, fóru tey av álvara at hugsa um at flyta til Føroya. - Vit vildu fegin geva okkara børnum nakað av tí, vit sjálvi eru uppvaksin við. Eg var ikki klár at flyta, og staðfesti tí beinanvegin, at tað verður í øllum førum ikki til Suðuroynna, hagani Sørin er ættaður. Tað skuldi vera Havnin! Men meira eg hugsaði, varð eg greið yvir, at tey 12 árini vit hava verið saman, uttan børn, havi eg verið minst líka nógv í Vági, sum í Havn. - Og tað var í veruleikanum mest Suðuroynna eg setti í samband við tað at flyta heim aftur, tí Havnin, sum eg vaks upp í, var ein stór bygd. Vit búðu uppi undir Varða, høvdu seyð, og enntá ein hest. Har vóru nógvir grønir blettir. Tað er nú burturi, nógv er broytt, og eg haldi, at Havnin hevur mist tað, sum bygdirnar framvegis eiga, nakað autentiskt og serstakt. Og alt meir eg hugsaði, tess vinarligari gjørdist tankin. Eg fór ikki at missa meg sjálva burtur, fyri tað at eg flutti! - Tað ljóðar kanska sum ein klisjé, men hesi 4 árini, eg havi búð her suðuri, havi eg ikki kett meg eina løtu. Havi ein góðan verkstað í gamla skúla, eri leiðari á Ruth Smith savninum, sum húsast undir somu lon, havi undirvíst á listabreyt í Vági og í Sumba tveir vetrar, og havi verið so heppin at fingið verkætlanina við Skapandi Spírum latna upp í hendurnar. Eg havi møtt nógvum góðum fólki, og sera stórari vælvild. Eg eri eitt sosialt menniskja og søki út til fólk, dámi væl at merkja eftir og vita hvussu gongur, vera við og gera mína ávirkan. At luttaka í bygdalívinum á ymiskan hátt, gevur góða orku. Og so taki eg mær løturnar í einsemi at lesa og skapa. Havi als ongan trupulleika við at sameina bygdalívið og málningalistina. Føroyska listaverðin ørkymlandi - Tá eg búði niðri, vitjaði eg nógvar framsýningar, ferðaðist til London og París og sá aktuellar framsýningar. Tað geri eg enn, og havi eisini gott samband/samstarv við gomlu listastarvsfelagirnir í Keypmannahavn. - Heimliga listaverðin er lítil og bólkað, ofta merkt av vina- og kenningapolitikki, og tí haldi eg, tað er trupult at vera við. Mær tykist føroysku listaverðina vera ørkymlandi, ein rúgva verður sýnt fram, og alt eitur list, eisini tað, ið kundi komið undir hugtakið “líkislist”. Hetta ger tað tvørligt hjá fólki at skilja, hvat er góð list, og hvat er kopilist. - Eg haldi ikki, at føroysk list er nóg fjølbroytt, síggi alt ov fá listarfólk skara burturúr við sínum egna úttrykki. Sjálv havi eg ikki nógvar framsýningar, ræðist hópframleiðslu, sum fyri meg ikki hevur so nógv við list at gera, listin skal hava tíð at búnast. - Eg máli allatíðina í tonkunum, hóast eg havi tíðarbil, har eg ikki vitji verkstaðið, lesi nógv um list og brúki alnótina. Tað mest umráðandi hjá mær er, at tora at standa við tað, eg geri, og vera mín egin. Størsta inspiratiónin er tíðin vit liva í, góðar upplivingar, undarligar upplivingar, strem­banin eftir at fylgja við lívinum og forða strongdini, øll ávirkanin, sum kemur bóltandi, vit zappa og sortera allatíðina, dvølja eina løtu, og síðan víðari. - Eg kann fanga ein setning ella eitt fyribrygdi, sum fær meg at dvølja við eitt tema, t.d. blómumyndirnar. Og hóast ótømandi møguleikar, so leiti eg víðari frá blómunum til næstu uppgávu. Hevði eitt tema við “Beinum í Rom”, har eg avmynd­aði bein í Rom í fleiri dagar, arbeiddi síðan við foto­myndunum á stórum plansjum, sum eg setti saman til eina heild, tað var sera stutt­ligt. Ofta seti eg fleiri myndir saman, sum eitt putlispæl, men einstaka myndin skal altíð kunna takast burturúr heildini og virka einsamøll. - Og náttúran er altíð ein inspiratión, allir hesir smáu partar og brot, sum skapa heildina, náttúran er saftin og kraftin í myndunum, sum tá tú t.d. zoomar inn á eitt lendi ella ein klett. Og grasið, hesi hárfínu strøgini. Mær dámar ikki at verða sett í bás, hóast listafrøðingar og onnur ofta gera tað, vilja so fegin vita, hvar tey hava ein. Eg haldi, tað hevur stóran týdning, at vit sum listafólk kunnu yvirraskað, helst allatíðina, og taka pulsin á tíðini vit liva í. Tí líkasælan í einum verki verður ofta skapað av endurtøkuni, sigur Aggi. Hon er sera rólig av lyndi, men eitt, ið fær hana upp úr stólinum, er tosið um listina og frælsi. – Tað skelkar meg, at ein ávísur politiskur flokkur tosar um bert at stuðla “uppbyggjandi” list. Allar royndir at avmarkað listina er at niðurbróta hana. Vit skulu hava frælsið til at lýsa øll evni og helst flyta mørk. Eitt nú varð filmurin Natural Born Killers, ein kultfilmur á høgum listarligum støði, sensureraður í Føroyum, tað helt eg vera undir alt lágmark. Eg vildi fegin livað av sjálvari málningalistini, men so skuldi eg havt møguleika at luttikið í kappingum um ymiskar uppgávur, eitt nú í samstarvi við arkitektar og onnur. Ynskiligt hevði verið, at listin og vinnan gingu meira hond í hond, sum t.d í Danmark, har størri fyritøkur vanliga hava eitt listafelag. Men tað tykist, sum virkir og stovnar, so smátt, eru farin at bjóða listini innum, trupulleikin er bara, at listafólkini verða vald frammanundan. Ein sera spennandi uppgáva hevði eisini verið at sloppið og gjørt eina altartalvu, og tí sakni eg fríu kappingina, har vit øll kunnu senda tilfar inn, og vísa hvat vit kunnu. Eitt gott break Aggi var millum listarfólkini, ið vórðu biðin um at myndprýða Smyril. Eina myndarøðin hjá henni, Carpe Diem, sum merkir “gríp dagin”, telur 8 málningar, allir í ymiskum liti. – Myndarøðin symboliserar lívið, og tað at liva í núinum. Allir málningarnir hava hvør sín høvuðslit og søgan byrjar við tí reyða, føðingini, passiónini, og endar við tí hvíta, eftirtankar um deyðan. Harímillum er t.d. ein lilla málningur yvir filmin Colour Purple, kvinnusakin og javnstøðan, og ein svart/hvítur málningur, sum ber brá av asfaltstrípuni tú sært, um tú ímyndar tær, at tú sker hol á dúrki í bilinum, meðan tú koyrur 280 km/t, eitt minnið um allir túrarnir, vit lógu, sum í sardindós, og koyrdu millum bygdir í dans her suðuri fyri 20 árum síðan. Vit hildu okkum vera ódeyðilig. - Hin myndarøðin, Land of maybe, eru tveir gráir mjørka­kend­ir málningar við “brúgvaløgum”. - Suðuroyar­fjørður ger, at vit eru so upptikin av veðrinum, og brúgvaløgini eru næstan sum kenningar, hóast eg ikki skilji tey serliga væl. Veðrið er sanniliga við til at halda pottin á kóki. - Eg livi í núinum, ræðist forútsigiligheit, elski at vakna um morgunin og ikki vita, hvat dagurin hevur at bjóða, altso umframt tað at vera mamma at trimum deiligum børnum, hava ein mann, eitt heim o.s.fr. Tað ræður um at grípa dagin og fáa sum mest burturúr. Og tað tíðina, tú situr umborð á Smyrli, skal tú ikki náa nakað, kanst bara vera til, hevur góða tíð at hugsa og kanska seta tær spurningar, uttan at fáa nakað svar, eitt gott break! Og útsýnið á leiðini er fantastiskt. Tað er ein kuriositetur í sær sjálvum, at siglast skal til Suðuroynna. - Frá barnsbeini av, havi eg hoyrt, at Suðuroyggin skal vera øðrvísi enn hinar oyggjarnar, vit skuldu til Suðuroynna, tí har var so vakurt, søgdu tey vaksnu. Og mamma ferðaðist kring alt landið við okkum, har havi eg savnað nógvar góðar upplivingar, sigur Aggi. - Suðuroyggin hevur eitt stórt potentiali. Eg haldi, tað ljóðar sera skilagott at arbeiða fram ímóti eini heilsu- og rekreatiónsoyggj. At vit eisini kunnu skapað eitt listaumhvørvið her, er sjálvsagt. Einaferð beyð Ferðaráðið mær at koma og undirvísa einum ferðafólkabólki á Selatrað í 14 dagar. Tíanverri bar ikki til hjá mær, tí børnini vóru so smá, eg bað tey heldur koma til Suðuroynna, men tað bleiv av ongum. Eg hugsi, vit høvdu væl kunnað skipað fyri skeiðum, workshops, her suðuri, “listaferðum”, har fólk høvdu møguleika fyri at arbeiða intensivt. Tá tú sum listarfólk ferðast, hevur tú bara ein ryggsekk við tær, krevur onki luksus, størsta kravið er ein inspirerandi náttúra, og hana hava vit. - Kanska kundi Loranstøðin verðið nýtt sum karmur um tílíkt skeiðvirksemi. Um summarið hitti eg bæði listarfólk og onnur á Ruth Smith savninum, og mínar royndir eru, at tað skal ikki so nógv til, fyri at geva teimum eitt gott upplivilsi. Plagdi at vísa teimum á Eggjarnar, biða tey fara til gongu líka niðaná. Og ofta støkka tey inn aftur á gólvið og takka so hjartaliga fyri leiðbeiningina. Tað, sum er umráðandi er, at røttu fólkini verða funnin at arbeiða við røttu, vælgrundaðu ætlanunum, í eini framtíðar ferðavinnu. -------------------------- Kvinnur í Suðuroy Manglandi kjak her suðuri um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna B. Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols Mortensen, Aggi Ásgeirsdóttir og Kirsten Strøm Bech. Hetta er fjórði partur. Anna Mortensen ----------------------------