Íverksetan
Íverksetarahúsið hevur í seinastuni ferðast runt í Føroyum við einum kunningarátaki, har greitt hevur verið frá, hvussu Íverksetarahúsið kann hjálpa og stuðla íverksetum og íverksetarafyritøkum.
Í eini røð av seks tiltøkum varð seinasti fundurin hildin í nýggja Eik Banka í Klaksvík um dagarnar. Áhugin fyri tiltakinum var stórur, og fundarhølini vóru stúgvandi full av fólki.
Boðskapurin á fundinum í Klaksvík var greiður: At vilja og tora at seta í verk hevur stóran týdning í truplum tíðum, og alt talar fyri, at krepputíðir lata upp fyri møguleikum, sum ikki lata seg gera, tá alt gongur við fullari ferð.
Stjóri í Íverksetarahúsinum er Rani Nolsøe, og hann heldur, at tað er nú, at alneyðugt er at skapa tær fyritreytir, sum kunnu seta ferð á nýhugsan og ígongdsetan millum føroyingar.
Tiltakið í Klaksvík byrjaði við eini frásøgn um nýggju hølini hjá Eik Banka, og síðan greiddi Annika Steintórsdóttir frá um Íverksetarahúsið.
Hugburður avgerandi
Kitty May Ellefsen er forkvinna í nevndini aftanfyri Íverksetarahúsið, og hon legði í sínum innleggi dent á, at hóast góðir fíggingarmøguleikar hava ein heilt sentralan týdning fyri ígongdsetan, so hevur spurningurin um hugburðin til íverksetan í roynd og veru enn størri týdning.
- Skulu Føroyar menna seg sum ein íverksetaratjóð, har hetta sæst aftur í talinum á nýggjum fyritøkum, sum verða settar á stovn og í talinum á fyritøkum, sum menna seg til beinleiðis vakstrarfyritøkur, skulu ígongdsetarar hava lætta atgongd til kompetenta ráðgeving, kapital og netverk.
Kitty May Ellefsen vísti á, at um hesi amboð kunnu aktiverast í einum yvirhøvur positivum hugburði til tað at byrja nakað nýtt, so eru týdningarmestu fyritreytirnar til steðar.
Gevur møguleikar
Stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, segði, at tá arbeiðsloysi er veksandi, kann íverksetan gerast ein áhugaverdur møguleiki.
Hann segði, at íverksetan á nógvan hátt snýr seg um ein nýggjan hugsunarhátt, har tað ræður um at læra nýggjar “disiplinir”, sum hann tók til.
- Tað ræður um at fata heildina rundan um eina fyritøku ella eina verkætlan, at læra seg at skapa framdrift, at duga og tora at halda fast í og brúka ta “passión”, sum vit í meiri og minni mun hava - og at duga at síggja, hvar førleikarnir ikki røkka og tískil, hvørji netverk uttan fyri okkum sjálvi eru neyðug at knýta aftrat fyritøkuni.
Rani vísti á, at hetta eru førleikar, sum ikki eru avgerandi í einum vanligum starvi, men hjá einum sjálvstøðugum íverksetara eru teir avgerandi.
Við effektivum og einføldum illustratiónum vísti stjórin í Íverksetarahúsinum á, hvussu ein íverkseti kann fáa eitt slag av eini kumpass, sum skapar eitt yvirlit yvir allar neyðugar funktiónir, sum aftur gera tað møguligt at eyðmerkja júst tær uppgávur, sum hava størsta týdningin at loysa júst nú.
- Á henda hátt skapast framdrift, og fyritøkan flytir seg alla tíðina rætta vegin, segði hann.
Ymiskar “fasur”
Stjórin vísti eisini á, hvørjar fasur so at siga allar fyritøkur fara ígjøgnum - frá byrjan til vøkstur, til búning og til tær stóru broytingar, sum altíð koma fyrr ella seinni.
- Fyri hvørja fasu eru ymiskar avbjóðingar galdandi, og tað er ein avgerandi fyrimunur at vera tilvitað um, í hvørji fasu ein er, hvat bíðar fyri framman og hvørjar serligar uppgávur eru at loysa.
Rani Nolsøe segði, at tað er hetta, sum ger tað møguligt at síggja, hvat neyðugt er at gera til røttu tíðina.
Síðani kunningarátakið hjá Íverksetarahúsinum fór av bakkastokki í Suðuroy og síðan hevur verið endurtikið á Sandi, Vágum, Runavík, Tórshavn og í Klaksvík, eru higartil tíggju nýggjar verkætlanir komnar fram, sum Íverksetarahúsið nú fer at ráðgeva í.