Tað privata skal byggja Skálafjarðartunnilin - Landskassin skal ikki váða (vinna) nakað

??Hetta var klára niðurstøðan hjá Anniku Olsen í SVF í fyrrakvøldi. Hon segði váða fleiri ferðir, men átti at sagt vinna, tí tunnilin er eitt vinnaraprojekt.

Fyri mongum mongum árum síðani, hoyrdi eg frágreiðing um, hvussu fólkafloksmenn í Danmark høvdu fyri vana at skjóta javnaðarmonnum í skógvarnar, at tað almenna ikki var ført fyri at reka nakað við yvirskoti. Í tí aktuella málinum snúi tað seg um sporvagnarakstur í Keypmannahavn. Teir privatu vístu á, at meðan teir høvdu sporvagnaraksturin um hendi, so gav hann yvirskot, men raksturin gav undirskot, tá tað almenna tók yvir. Teir tosaðu ongantíð um, at meðan teir stóðu fyri rakstrinum, koyrdu sporvagnarnir bert eftir teimum fólkaríku høvuðsvegunum, meðan tað almenna, ið skuldi tæna øllum borgarunum á jøvnum føti, eisini koyrdu í síðugøtunum og í meira fólkatunnum umráðum. Eisini teir fjaldu sannleikan, tí teir vildu fremja egin áhugamál.??Vit eru mong, ið minnast, tá tey privatu róku partar av ferðafólkflutninginum. Vit minnast eisini, at tað vóru tær yvirskotsgevandi ruturnar, ið fólkafloksfólkini sótu á, meðan landið mátti taka sær av teim undirskotsgevandi, og tá tær yvirskotsgevandi ikki longur góvu yvirskot, so vórðu tær handaðar landskassanum. Ongin bjóðaði sær at yvirtaka Smyril, og tað hevur eingin heldur gjørt - mær vitandi - til dagin í dag.??Síðst í -70-unum sigldi Smyril eisini túrar til Skotland. Men tá hávaslagið luktaði, at Skotlandssiglingin gav pening í kassan, spentu teir saman við fólkaflokkinum so hart á samgonguna, teir sótu í, at hon slitnaði. Teir góðtóku undir ongum umstøðum, at tað almenna røkti uttanlandasigling við succes, nei hávaslagið átti alt yvirskotsgevandi, kosta hvat tað kosta vildi.??Tað seinasta vit hava hoyrt frá uttanlandsiglingini er, at hon eisini hevur silgt í landskassanum og "over night" skorað 30 mill. kr, sjálvt um sagt verður, at tað almenna manglar nógv í at kunna røkja sínar skyldur.??So hávasloganið sær út til at ljóða: alt úr landskassanum - onki í hann.??Og tað er júst tað, ið eisini er talan um í Skálafjarðartunnlamálinum. Øll sakkøn siga, hvussu einastandandi góðir møguleikar eru fyri, at hann fer at geva eitt risa avkast, og av somu orsøk skal landskassin haldast longst møguligt burtur frá hesum projekti. Tað er nemliga ikki váðin hann skal haldast burtur frá, men vinninginum. Landskassans projektir eru harafturímóti, Sandoyar og Suðuroyartunnlarnir, sum fara at geva stór undirskot, so har eigur landskassin undirskotini, og tað er eftir hávaprincippi bert tílikt, ið hoyrir landskassanum til.??Við síni útsøgn, sigur Annika ikki tað, ið hon veit, men tað, ið hávarnir og annars fólkafloksfólk í teim ymsum flokkum forvænta, at hon skal siga. Og so er søgan ikki longri - væl at merkja, um ikki tey, ið eru góð við landskassan, saman við sandoyingum og suðuroyingum, og annars við øllum teimum, ið halda, at landskassin, ið er okkara felags húsarhaldskassi, eisini eigur at vera við og standa fyri projektum, sum geva yvirskot. Um øll hesu og onnur við sláa seg saman og í felag staðfesta: At nú er meira enn nokk við førdum hávapolitikki, --so gangi eg út frá, sum givið, at politikkararnir taka annað skinn um bak og framyvir ikki bert arbeiða fyri einstaklingar, men fyri fjøldina. Annars verður val skjótt, og tá fáa vit øll høvi til at velja millum politik fyri einstaklingar ella politik fyri fólkið.?