Tað politiska heystið er byrjað

Hvat ger Landsstýrið? Vit hava hugt eftir, hvørji mál okkara landsstýrismenn ætla at leggja fyri tingið í heyst, nú farið er undir ta síðstu heilu tingsetuna í hesum valskeiðnum

POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
 
 
 
Ólavsøkan er farin aftur um bak, og løgmaður hevur stungið út í kortið, hvørja leið hann heldur, tjóðin skal ganga.
Í løglistanum, sum er partur av frágreiðing løgmans á ólavsøku, sæst, hvørji mál okkara landsstýrismenn - har eru bara menn - og teirra ráð arbeiða við. Hesi mál skulu eftir ætlan verða løgd fyri tingið í hesi setu, sum júst er byrjað.
Samstundis er fjørðurin hjá verandi samgongu hálvrógvin, sum løgmaður sjálvur tók til í røðu síni á ólavsøku, tí hetta er seinasta heila tingsetan í hesum valskeiði. Løgtingsval skal nevniliga verða hildið í seinasta lagi 20. januar 2008.
Nøkur av hesum málum verða eftir ætlan løgd fyri tingið í heyst, og onnur mál verða løgd fram í vár. Her varpa vit ljós á, hvørji mál verða á dagsskránni í heyst, og hvat býr aftan fyri eina løgmansrøðu. Hvat okkara miðfyrisiting skal takast við í heyst, og ikki minst hvat okkara løgtingsmenn skulu taka støðu til, eftir at tey ymsu ráðini hava gjørt tey búgvin at leggja fyri tingið í heyst.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, segði herfyri við Sosialin, at nógv stórmál verða løgd fyri tingið í heyst. Nevnast kunnu m.a. viðgerðirnar av møguligari broyting av lóg um vinnuligum fiskiskapi, møguliga yvirtøku av fólkakirkjuni, sum Mentamálaráðið hevur arbeitt við síðan 1998, einskiljing av Føroya tele og aðalorðaskifti um fólkaskúlan.
So kann ein siga, at góð ráð eru dýr. Her síggja vit, hvat ráðini hjá teimum ymsu landsstýrismonnunum arbeiða við.
Metið sjálv!
-- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frágreiðing um uttanríkispolitikk
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jóannes Eidesgaard, Løgmansskrivstovan
o                    Frágreiðing løgmans um uttanríkismál
Árliga frágreiðing løgmans um uttanríkismál verður nú uppafturtikin. Frágreiðingin hevur sum endamál at kunna Løgtingið um árliga virksemi Føroya á uttanríkispolitiska økinum, umframt at boða frá áleikandi átøkum í framtíðini.
-- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skattalætti og tillaging av mvg til bústaðarpolitikkin
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bárður Nielsen, Fíggjarmálaráðið
o                    Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya
Ætlanin er at leggja uppskot um nýggja lóg um Landsbanka Føroya fyri Løgtingið.
o                    Uppskot til løgtingslóg um Hagstovu Føroya
Ætlanin er at leggja uppskot um nýggja lóg um Hagstovu Føroya fyri Løgtingið.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Ætlanin er at fremja ymiskar tillagingar og broytingar í skattalógini.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Ætlanin er at halda fram við at veita skattalætta, soleiðis sum semjan millum samgonguflokkarnar sigur. Ymiskar tillagingar verða eisini gjørdar í lógunum.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um framleiðslu og innflutning
Ætlanin er at gera tillagingar í punktgjøldunum og í meirvirðisgjaldslógini. Ætlanin er eisini at tillaga mvg-lógina til bústaðarpolitikkin hjá samgonguni. Fyri at styrkja eftirlitið við vørum og tænastum er ætlanin at gera tillagingar í tolllógini.
o                    Hjálpisáttmálar
Ætlanin er, at Føroyar skulu gerast partur av OECD-hjálparavtaluni í sambandi við skattamál.
o                    Uppskot til lóg um skrásetingargjald á motorakførum
Ætlanin er at broyta skrásetingargjaldið til eitt umhvørvisgjald.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um ferðagjald
Ætlanin er at gera tillagingar í lógini.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um at gera dagføringar í anordning nr. 86 af 10. februar 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed
Ætlanin er at dagføra lóggávuna.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um at gera dagføringar í anordning nr. 87 af 10. februar 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.
Ætlanin er at dagføra lóggávuna, soleiðis at hon er í samsvar við donsku lóggávuna.
 
-- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap og endurskoða brunatrygdina
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bjørn Kalsø, Fiskimálaráðið
o                    Uppskot til løgtingslóg um áseting av fiskidøgum
Endamálið er at taka partin um áseting av fiskidøgum úr lógini um vinnuligan fiskiskap og seta hann í serstaka løgtingslóg, sum síðan kann verða tillagað á hvørjum ári. Á henda hátt slepst undan at leggja uppskot um at broyta løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap fyri tingið á hvørjum ári.
o                    Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Endamálið er at leggja fram nýtt og endurskoðað uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
o                    Uppskot til løgtingslóg um fiskileiðir og friðingar o.a.
Endamálið er at taka partarnar um áseting av fiskileiðum og friðingum úr lógini um vinnuligan fiskiskap og seta teir í serstaka løgtingslóg, tí hesir partar venda sær ikki beinleiðis til vinnuna, men eru at meta sum ytri karmar. Reglurnar verða samstundis endurskoðaðar.
o                    Uppskot til løgtingslóg um fiskiskap í áum, vøtnum, ósum og løkum
Endamálið er at fáa betri hóskandi reglur á økinum. Verandi lóg um vinnuligan fiskiskap heimilar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at gera reglur fyri fiskiskapi eftir laksi og sílum, hóast talan er ikki um vinnuligan fiskiskap.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um brunatrygd
Endamálið er at endurskoða og dagføra reglurnar um brunatrygd, m.a. í sambandi við at fáa ment tilbúgvingina í Føroyum.
-- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Einskiljing av Føroya tele og trygging mótvegis avleiðingum av arbeiðsskaða
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bjarni Djurholm, Vinnumálaráðið
o                    Uppskot til løgtingslóg um talgildar undirskriftir
Lógaruppskotið hevur sum endamál at fremja trygga nýtslu av talgildum undirskriftum.
o                    Uppskot til løgtingslóg um heimild at einskilja P/F Føroya tele
Lógaruppskotið hevur sum endamál at heimila landsstýrismanninum at selja partar av Føroya tele ella alt felagið.
o                    Uppskot til løgtingslóg um kapping
Lógaruppskotið hevur sum endamál at skapa karmar fyri einari virknari kapping og einum virknum eftirliti.
o                    Uppskot til ríkislógartilmælir um ársroknskap, partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar
Ríkislógartilmælini hava til endamáls at dagføra og tillaga galdandi lógir til altjóða reglur.
o                    Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða
Ætlanin við lógaruppskotinum er at dagføra og tillaga reglurnar á økinum, so at tær eru í samsvari við lóggávuna í øðrum Norðurlondum.
-- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Yvirtøka av kirkjuni og aðalorðaskifti um skúlan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jógvan á Lakjuni, Mentamálaráðið
o                    Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um skúlafyrisiting
Við teimum lógum, sum lýstar eru síðan yvirtøkuna av skúlaverkinum, er innihaldið í lógini stigvíst avtikið, og tí verður lógin sett úr gildi.
o                    Uppskot til løgtingslóg um filmseftirlit
Endamálið er at umskipa Filmseftirlitið til ein eftirlits-, ráðgevingar- og kunningarstovn.
o                    Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ítróttaranlegg
Endamálið er at skipa studningin til ítróttaranlegg við lóg.
o                    Uppskot til verklagslóg um at víðka útvarpshúsið til kringvarpshús
Endamálið er at savna virksemi Kringvarpsins undir einari lon.
o                    Uppskot til løgtingslóg um limaskap í kirkjuni og at loysa sóknarband
Lógaruppskotið er um, hvussu ein verður tikin upp sum limur í fólkakirkjuni og hoyrir til kirkjusókn, um hvussu ein loysir sóknarband til prest í aðrari kirkjusókn, og hvussu limaskapur endar.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkjur, kirkjuráð og próstadømisráð
Lógaruppskotið er um reglur fyri, hvussu kirkjur kunnu verða nýttar, og hvør hevur ræði á teimum, og um hvussu kirkjuráð og próstadømisráð skipa seg og virka.
o                    Uppskot til løgtingslóg um kirkjulig val
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjuráð og próstadømisráð verða vald.
o                    Uppskot til løgtingslóg um hægstu stjórn kirkjunnar
Lógaruppskotið er yvirskipað um, hvussu viðurskiftini eru millum kirkjumyndugleikarnar, og um, hvussu hægstu embætini í kirkjuni verða mannað.
o                    Uppskot til løgtingslóg um kirkjubygningar
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjubygningar verða umsitnir og vardir, og hvussu farið verður fram, verður kirkja bygd ella avtikin.
o                    Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjan verður fíggjað: hvussu kirkjuskattur verður ásettur og líknaður, meginreglur fyri stuðulin úr landskassanum, og hvussu tikið verður móti gávum. Harafturat snýr uppskotið seg um, hvussu kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn sita fyri ognum og rakstri kirkjunnar.
o                    Uppskot til løgtingslóg um størv í kirkjuni
Lógaruppskotið er um, hvussu prestur verður kallaður og settur, hvørji størv kirkjuráðið annars kann seta, og hvussu kirkjuráðið kann samsýna teimum, sum ikki eru í starvi, men røkja størri uppgávur í kirkjuni.
o                    Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Endamálið er m.a. at gera eina barnsburðarfarloyvisskipan og at betra um korini hjá forsyrgjarum.
o                    Aðalorðaskifti um fólkaskúlan
Endamálið við orðaskiftinum er at fáa at vita, hvørjar hugsanir tingmenn hava um, hvussu skúli okkara skal verða skipaður í framtíðini. PISA-undankanningin og tilráðingarnar frá einum PISA-átaksbólki verða partar av hesum orðaskifti.
 
-- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Aðalorðaskifti um heilsuverkið og minking av tubbaksnýtsluni
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hans P. Strøm, Almanna- og heilsumálaráðið
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Ætlanin er at nútímansgera starvssetanina av kommunulæknum við at leggja hana beinleiðis undir setanarmyndugleikan, sum er landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum. Í hesum sambandi missir Ráðið fyri kommunulæknaskipanina einastu eftirverandi formellu uppgávu sína. Landsstýrismaðurin heldur, at neyðugt er ikki við slíkum ráði til at tryggja samskiftið við feløgini, ið har eru umboðað, t.e. Kommunulæknafelag Føroya, Meginfelag sjúkrakassa Føroya og bæði kommunufeløgini. Landsstýrismaðurin hevur tí ætlan um at fáa undirtøku fyri at taka av Ráðið fyri kommunulæknaskipanina.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Sum er, viðger kærunevndin í almannamálum allar kærur um upptøku til eldrabústovnar í Sandoynni. Almanna- og heilsumálaráðið er kærumyndugleiki í málum, sum viðvíkja restini av landinum. Landsstýrismaðurin ætlar tí at fáa undirtøku fyri at leggja øll slík kærumál til kærunevndina í almannamálum.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Inntøkuloftið hjá hægstu og lægstu fyritíðarpensjónistum er í dag hitt sama. Hetta vil landsstýrismaðurin broyta, so at inntøkuloftið frá 1. januar 2007 hækkar hjá lægstu fyritíðarpensjónistum og lækkar hjá hægstu fyritíðarpenjónistum. Hvussu nógv er enn ikki avgjørt.
o                    Uppskot til broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
Ætlanin er at betra um tilskundanina at arbeiða við at lækka mótrokningina í fyritíðarpensjónini av aðrari inntøku úr 60% niður í 30%.
o                    Uppskot løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Broytingin í dagstovnalógini skal heimila landsstýrismanninum at áseta gjaldsreglur á dagstovnaøkinum. Heimild var í barnaforsorgarlógini, sum fór út gildi 1. januar 2006, men henda heimild er ikki í dagstovnalógini.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um almenna forsorg
Ætlanin er at gera nakrar broytingar í forsorgarlógini. Ein broyting er, at brúkari av stuðulsskipanini fyri vaksin kann varðveita persónliga stuðulin, hóast hann er vorðin 67 ár. Treytin er, at brúkarin fær gagn av stuðlinum, at hann við øðrum orðum framvegis kann liva eitt virkið lív. Onnur broyting er at fáa greiðari ásetingar um, hvat hjálparráð fevnir um. Eitt nú hevur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum víst á, at siðvenjan at játta bústaðarbroytingar ikki hevur greiða lógarheimild, og umráðandi er at fáa slíka heimild. Ein triðja broyting skal áseta rættin til bútilboð við lóg. Við uppskotinum verður m.a. ábyrgdin fyri bútilboðum til heimleys løgd til kommunurnar.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (tubbakslógin)
Endamálið við hesi lóg er at tryggja øllum rættin til at liva og virka í roykfríum umhvørvi. Hetta verður gjørt við støðugt at víðka um økið, har ikki er loyvt at roykja. Í lógaruppskotinum verður serliga hugsað um børnini og tey ungu, og dentur verður lagdur á at forða fyri, at tey fara at roykja.
o                    Aðalorðaskifti um framtíðar heilsuverk
 
-- -- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggja vallóg og sjálvbodnar kommunusamanleggingar
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jacob Vestergaard, Innlendismálaráðið                             
o                    Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Í sambandi við at nýggjur norðurlendskur sáttmáli um fólkaskráseting kemur í gildi í heyst, er neyðugt at dagføra lógina um fólkayvirlit, bæði fyri at tryggja, at upplýsingarnar í skipanini eru rættar, og fyri at nýmótans tøkni skal kunna nýtast at skráseta og veita upplýsingar úr skránni hjá fólkayvirlitinum. Lógin kemur í staðin fyri løgtingslógina um fólkayvirlit frá 1982.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fólkanøvn
Endamálið er at tillaga ásetingarnar í lógini um at kalla upp í ættini. Harnæst skal ásetast, nær tilknýti til eitt bústaðar- ella húsanavn er so tætt, at ein kann fáa loyvi til navnið.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um val til Føroya løgting
Endamálið við uppskotinum er at broyta útrokningarháttin, tá ið løgtingsval verða uppgjørd.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
Endamálið við uppskotinum er at áseta kommunueindir, ið kunnu samstarva ella leggja saman, og at heimila fólkaatkvøðum um samanleggingar.
o                    Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um einnýtisíløt
Endamálið við uppskotinum er at taka av forboðið um at flyta inn til Føroya einnýtisíløt og at staðfesta reglur um innsavningarskipan.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um at broyta Lov om pas til danske statsborgere m.v.
Endamálið við broytingini er at minka um passgjaldið hjá børnum, av tí at børn ikki longur kunnu verða innskrivað í passið hjá foreldrunum, men skulu hava egið pass.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um Lov om voldgift
Endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi lov om voldgift, sum varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1975.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um Lov om forældremyndighed og samvær
Endamálið er at seta donsku lógina um foreldramyndugleika og samveru í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.
o                    Uppskot til ríkislógartilmæli um Værgemålsloven
Endamálið er at seta donsku værgemålsloven í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.