Tað má verða lættari hjá rørslutarnaðum at sleppa í kirkju

Jenis av Rana skal nú greiða frá um hann er sinnaður at gera tað lættari

Tekur landsstýrið undir við, at friðingarlógin verður broytt soleiðis, at ber til at broyta kirkjur, so at tað verður lættari hjá fólki við rørslutarni at sleppa í kirkju. Tað er spurningurin, Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at svara upp á.

Høgni Hoydal vísir á, at andaligi og mentanarligi týdningurin hjá føroysku fólkakirkjuni kann ikki yvirmetast í føroysku tjóðini.

Men eitt stórt tal av kirkjuráðum og kirkjuráðslimum kring landið hava gjørt Løgtinginum vart við, at friðingarlóggávan ger tað sera trupult at gera ábøtur og betringar á kirkjur, sum eru meira enn 100 ára gamlar.

– Til dømis eru atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum sera trupul í nógvum eldri kirkjum og hartil er ávísur tørvur á nútímans hentleikum sum vesi, pláss til reingerðarútgerð, og annað, sigur Høgni Hoydal.

Tí hava tey heitt á Løgtingið um at broyta lóggávuna, so tað skal bera til at gera ávísar ábøtur.

Høgni Hoydal sigur, at tað eigur sjálvsagt at gerast soleiðis, at atlitini til at verja fornminni, og soleiðis at fornminni og byggilist ganga hond í hond við tørvin á at fáa brúkt kirkjuna og hjá fólki at sleppa í kirkju og at hava livandi kirkju.

Tí spyr hann landsstýrismannin um hann tekur undir við, at friðingarlóggávan verður broytt soleiðis, at tað fer at bera til at bøta um atkomuviðurskiftini og gera aðrar ábøtur á eldri føroyskar kirkjur og hann spyr eisini landsstýrismannin, um málið yvurhøvur er viðgjørt í landsstýrinum.