Fuglafjørður
Í gjár kundu Føroyar aftur verið vitni til eina dálkingarvanlukku, tá stívliga hundrað metrar langa farmaskipið Forline 1, sum hevur heimstað í Limasol á Kypros, endaði uppi í grótkastinum við deksbátahavnina í Fuglafirði.
Tað var stutt fyri døgurða í gjár, at farmaskipið, sum um náttina hevði ligið uppankrað á Pollinum í Fuglafirði, kom inneftir vánni við heldur nógvari ferð.
Ein russiskur trolari, sum eisini hevði ligið við Pollin um náttina, kom í øllum góðum til bryggju í Fuglafirði fyrr um morgunin, og ætlanin var, at farmaskipið skuldi leggja uppat síðuna á trolaranum.
Farmaskipið, sum í lágættarvindinum stevndi inn á Fuglafjørð, var tómt og hevði eftir øllum at døma eisini ov nógva ferð.
Í fyrstu atløgu rendi skipið bulbustevnið inn í bryggjuna aftanfyri russiska trolaran, sum lá undir Vónavirkinum. Hol kom á stevnið, sum tó var so mikið úr sjónum, at sjógvur ikki kom í skipið.
Í aðru syfti royndi skiparin á Forline 1 at bakka útaftur, men tá megnaði hann ikki at hava tamarhald á skipinum, sum tók nógvan vind á seg.
Úrslitið var, at kypriotiska farmaskipið endaði uppi í grótkastinum við deksbátahavnina.
Við bryggjuna í Fuglafirði lá uppisjóvarskipið hjá JFK í Klaksvík, Næraberg, sum var fúsur at koma farmaskipinum til hjálpar. Aðrir bátar vóru eisini skjótir á staðið, eitt nú Ziska og Pilot.
Bjargingarfeløg og fólk hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði vóru eisini á staðnum, men manningin á farmaskipinum var ongantíð í lívsvanda.
Vandin var, at hol kundi komið á skipið, sum við bakborðssíðu fyri lá og gnaddaði upp í grótkastið.
Meðan Forline 1 soleiðis lá uppi í grótkastinum, vóru kavarar, sum Faroe Ship hevði boðsent, niðri, og einki bendi á, at hol var komið á skipssíðuna. Tað var mest slengrikjølurin á skipinum, sum tók í grótið.
Farmaskipið tók ikki sjógv inn, og eingin olja var at síggja rundan um skipið.
Trupulleikarnir í Fuglafirði hendan dagin vóru, at bjargingarfólkini høvdu tíðina og sjóvarfallið ímóti sær, tí tað var fjarandi sjógvur, og ivasamt var, um skipið kom út úr aftur grótkastinum, meðan tíð enn var.
Út á seinnapartin í gjár varð bíðað eftir sleipibátinum, Thor Goliat, og tá hesin um seytjanda tíma kom á Fuglafjørð, settu Thor Goliat, Ziska og Pilot á kypriotiska farmaskipið, sum eftir lítlari løtu fekst leyst úr grótkastinum í øllum góðum.
- Russiski skiparin á kypriotiska farmaskipinum var serliga bangin fyri skrúvuni á skipinum. Hann hevði hug at bíða, til sterkari kreftir vóru til sleip, og tá Thor Goliat kom á staðið og setti á skipið aftan, samstundis sum Ziska og Pilot settu á framman, gekk væl at toga skipið út frá.
Tað sigur Jóhan Clementsen, brandmeistari í Fuglafirði.
Hann vísir á, at tað var nógvur sunnanvindur í Fuglafirði, tá skipið varð hálað út úr aftur grótkastinum.
- Tað stóð nógv á, men tíbetur eydnaðist at loysa skipið í øllum góðum.
Forline 1 liggur nú undir Vónavirkinum. Hol er á bulbustevninum, og helst er okkurt prus eisini á skipssíðuni, sum lá ímóti grótinum.
- Vit halda ikki, at onnur hol eru á skipinum enn holini á bulbustevninum, sum tó eru omanfyri vatnlinjuna, nú skipið ikki hevur last, sigur Jóhan Clementsen.
Brandmeistarin í Fuglafirði sigur, at Forline 1 hevur 300 tons av tungolju umborð, og tí kundi ein størri dálkingarvanlukka staðist, um hol kom á skipið, meðan tað lá og gnaddaði móti grótkastinum.
- Næraberg, sum hevur eitt pelatrekk upp á eini 100 tons, hevur ligið klárur í allan dag, men skiparin umborð á farmaskipinum var kanska í so varin, helt Jóhan Clementsen, tá ið vit høvdu hann í telefonini beint eftir, at farmaskipið í øllum góðum varð lagt til bryggju undir Vónavirkinum.
Ziska, Pilot og Thor Goliat hava eitt pelatrekk í part, sum liggur millum eini 12 og 17 tons.
Fuglafjarðar Sløkkilið hevði tryggjað sær oljusperrur, um olja fór at leka úr skipinum, men hesar vórðu ongantíð lagdar út.










