Tað skal ikki verða lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Tað siga fimm fakfeløg í eini felags fráboðan nú á miðdegi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áhaldandi strongt á at fáa politikarar at linka reglurnar fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Tey vísa á, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi í Føroyum, at tað darvar menningini og tí vilja tey hava rúmari ræsur at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya – ikki bara úr ES men úr allari verðini.
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-ma-loysast-ongantid-ov-skjott/?no_cache=1Les eisini: Hetta má loysast ongantíð ov skjótt
Men hetta seta tey fimm fakfeløgini, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Fiskimannafelagið, seg harðliga í móti.
– Vit meta ikki at nakað prógv er fyri, at tørvurin er so stórur sum útsagnirnar hjá arbeiðsgevaraumboðunum kundu bent á, siga tey fimm fakfeløgini.
Tey halda heldur ikki, at arbeiðsgevararnir rættiliga geva sær far um hvørjar trupulleikar tað fer at føra við sær, at enn fleiri útlendingar
– Tað eru nógv dømi um, at arbeiðsgevarar gera sær dælt av støðuni hjá hesum fólkum, sum í flestu førum ikki hava møguleika at tryggja sær, at setanartreytirnar- og lønin fylgja føroyskum sáttmálum, siga tey.
Tey siga, at hetta er serliga galdandi hvat arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES, viðvíkur.
– Við at broyta reglurnar um fremmanda arbeiðsmegi í Føroyum, økist vandin fyri sosialari dumping og lønardumping, siga tey.
Tí mótmæla tey staðiliga, at nakrar broytingar verða gjørdar, sum gera føroyska arbeiðsmarknaðin meira atkomuligan fyri fremmandari arbeiðsmegi, sum tey málbera seg.