Ofta verður tikið til, at áleyparar kanska eru í so málgræðir, tá teir eru inni í brotsteiginum.
Uni Arge er helst einki undantak í so máta, men leygardagin var hann í einum nýggjum leikluti, tá hann átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá John Petersen legði Føroyar á odda. Vit spurdu Una eftir dystin, hvørt hetta nú eisini var tilætlað.
- Nei, tað var tað helst ikki. Tað var soleiðis, at vit royndu fyrst einar tvær ferðir at skjóta á málið, og onkursvegna datt bólturin aftur til mín. Eg royndi so at smekka til, og tað var so heppið at hann fekk kós beint móti John, so mál spurdist burtur úr hóast alt.
Seinni átti Uni eisini ein góðan møguleika, tá hann og Julian spældu seg ígjøgnum, men ta ferðina, varð skotið beint við síðuna av málinum. Sjálvur helt Uni annars um hetta, at hann misti bóltin av langt frá sær í temjingini, soleiðis at hann ikki fekk rættiligt skot á.
Nýggjur liðformaður
Tá John Petersen í seinna hálvleiki fór av vøllinum, slapp Uni Arge fyri fyrstu ferð at bera liðformansbindið á liðnum, og eftir dystin tóktist hann ikki at hava nakað ímóti hesum.
- Eg má bara siga, at tað kendist heilt náttúrligt at smoyggja bindið upp á armin, segði hann flennandi, tá vit spurdu hann um hetta, og so legði hann afturat.
- Eg vil siga tað, at eg stóð meg fyrimyndarliga væl sum liðformaður. Meðan eg var liðformaður, fór einki mál ígjøgnum hjá okkum, so eg haldi bara, at eg eisini bjóði meg fram næstu ferð.










