»Reglurnar í arbeiðslívinum eru í ferð við at broytast. Vit verða ikki longur mett eftir útbúgving ella fakligu førleikum, men eftir okkara atburði og hvussu vit eru móvegis øðrum. Uttan mun til, hvørjum tú arbeiðir við, verða tað hesir eginleikar, sum í framtíðini gera av, hvørjum úrslitum, tú røkkur.«
Hetta er útgangstøðið hjá norsku skeiðsfyritøkuni FloodRocks, ið stendur aftanfyri Ráðstevnuna um altjóða fjølbroytni. Føroyingurin Kaj Magnus Klein starvast sum kundaráðgevi í FloodRocks, og tað er hann, ið hevur fingið ráðstevnuna til Føroyar.
? Øll okkara skeiðir snúgva seg um nýskapan innan arbeiðs- og vinnulívið. Vit hava fyrr skipað fyri skeiðum á føroyskum fyritøkum, millum annað á Vatnsoyra Snikkaravirki, SEV og Atlantic Airways, men hesuferð samdust vit um at gera skeiðið alment, tí tað fevnir so breitt.
? Eg haldi, at føroyingar hava lyndi til at fata alt tað, sum er fremmant, sum eina hóttan heldur enn íblastur. Vit kunnu bara lurta eftir útlendingkjakinum í løtuni, tí tað sigur ikki so lítið um hugburðin. Hetta er sjálvandi ikki serstakt fyri føroyingar, men eg ivist í, um vit hava givið okkum far um, hvussu álvarsligar avleiðingar hesin hugsunarhátturin kann fáa fyri alt okkara vinnulív.
Kaj Magnus minnir á, at fyrsta treytin fyri at menna okkara høvuðsvinnu er gott samstarv við onnur lond.
? Tað er ikki nokk bara at gera onkrar hissini søluavtalur, tí tað kunnu øll onnur eisini. Vit mugu leggja okkum nógv meir eftir at skilja aðrar mentanir og livihættir, fyri at vera opin fyri og laga okkum eftir eftirspurninginum í øðrum londum.
? Við oljuvinnuni fáa vit eisini meir enn nakrantíð brúk fyri serkunnleika útifrá. Vit mugu vera til reiðar at taka ímóti hesum fólkum og seta okkum inn í teirra arbeiðs- og hugsunarhættir. Vit skulu ikki vera so bangin fyri, at onnur koma og taka okkum av ræði. Heldur skulu vit virðismeta, at onnur duga okkurt betri enn vit, og so læra av tí ? og øvut, sigur Kaj Magnus Klein.










