TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen fyrr í kvøld.
HB endaði aftur á einum fimta plássið í effodeildini í ár, og endaðu aftur uttanfyri Evropa, og Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at tað er eitt stórt vónbrot í sigursvanda felagnum.
Á ólavsøku og umførini aftaná byrjaði at síggja gott út hjá HB, men so smokkaði liðið aftur og fall aftur á eitt fimta pláss.
Formaðurin í HB er tó fegin um, at ungir spælarar, sum eru aldir upp í felagnum eru slopnir framat. Hann fegnast eisini um góðu steypasigrarnar og FM-heitini, sum eru vunnin í teimum yngru deildunum. Nú er setningurin at byggja eitt lið upp, sum aftur kann verða í fremstu røð í effodeildini, og har eru ungir HB-leikarar ein partur av uppbyggingarætlanini.
HB hevur ársveitslu í kvøld.