Tað hevur hjálpt, at foreldur, og onnur, mótmæltu at Sernám ætlaði at niðurleggja tænastuna, har børn við serligum tørvi, fáa hjálp eftir Karlstad-arbeiðsháttinum.
Foreldur hava víst á, at hetta er ein arbeiðsháttur, sum av álvara ger mun hjá hesum børnum og tí mótmæltu tey, at ætlanin var at gevast við honum.
Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum, Hanna Jensen tók málið upp, og nú er greitt, at tað -ikki bara heldur fram- men eisini verður ment.
Í hesum sambandi fara starvsfólk undir eftirútbúgving í Karlstad-arbeiðsháttinum í heyst og endamálið er, at Sernám kann veita eina landsumfatandi tænastu á hesum øki.
Núverandi tænasta heldur eisini fram, samstundis sum at hon verður ment. Seinni verða so starvsfólkini, sum fara undir eftirútbúgving, ein partur av tænastuni, so at hon ikki er so viðbrekin.
Eftirútbúgvingin tekur trý ár, og tískil kann ein ávís bíðitíð væntast áðrenn fleiri børn fáa hetta tilboðið, sigur Sernám í morgun.
Nú verður so arbeitt við at fáa fígging til hesa tænastu.