Tað hevði verið eitt risastórt frambrot

Løgtingsformaðurin vil hava samgongu og andstøðu at taka hendur saman um at byggja nakrar fótbóltshallir í Føroyum

 

 Tað er spell at fýra ár eru farin, uttan at nakað er hent. Men nú eiga andstøða og samgonga at taka lógvatak saman. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og eisini løgtingsformaður.

 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum byggja fótbóltshallir, skulu fáa 50 prosent av byggikostnaðinum í almennum stuðuli til tað.

 

Hetta líkist nógv einum uppskotið, Páll á Reynatúgvu sjálvur legði fyri Løgtingið fyri fýra árum síðani um at tað almenna skuldi stuðla teimum, sum fóru undir at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum. Men hóast nógv tingfólk ásannaði, hvussu stóran týdning, fótbólturin hevur, varð uppskotið felt.

 

Men nú er tað so reist aftur og í hesum sambandi helt Páll á Reynatúgvu, at í einum so týðandi málum sum hesum, eiga andstøðan og samgonga at koma upp úr skotgrøvunum, og heldur at samstarva um at røkka einum ítøkiligum úrsliti.

 

Hann heldur, at tað er spell at fýra ár eru farin, uttan at nakað er hent. Men tað hevði eisini verið spell, skuldi tað hent, at eitt slíkt mál endar sum ein kastibløka ímillum andstøðu og samgongu.

 

Tí vil hann hava landsstýriskvinnuna í mentamálum at taka stig til at seta eina nevnd við umboðum fyri andstøðuna, samgonguna, kommunurnar og Fótbóltssambandið at útgreina, hvussu málið kann røkkast um at byggja einar tvær, tríggjar fótbóltshallir kring landið. Hann heldur, at í hvussu so er ein av hallunum skal eisini verða ein høll til frælsan ítrótt.

 

Hann vísir á, at fótbóltur hevur ómetaligan týdning fyri okkum, eisini fíggjarligan týdning. Tað hevur eisini ein sosialan týdning, tí tað er onki, ið hevur sjóðað tjóðina saman í so stóran mun, sum okkara landslið í fótbólti. Tí skal fótbólturin heldur ikki undirmetast sum tjóðarbygging.

 

Hann vísir eisini til Ísland, har fótbóltshallirnar, tey hava lagt seg eftir at byggja, eiga ein stóran part av heiðurinum fyri, at íslendskur fótbóltur er komin upp á eitt stig, sum er óhoyrt fyri eitt so lítið land sum Ísland.