Í dag er enn ein varði lagaður í tónleikasøguni.
Tað vóru ikki nógv, sum væntaðu, at nakað av teimum tiltiknu seksti ára rockbólkunum, skuldi halda so leingi á, at tey kundu hátíðarhalda 50 ára dagin.
Men í dag, 12. juli, er tað akkurát 50 ár síðani, at ein bólkur, ið kallaðist Mick Jagger And The Rollin Stones, spældu alment fyrstu ferð og tað var í Marquee klubbanum í London, har gott 100 fólk hoyrdu teir spæla.
Síðani skiftu teir navn til Rolling Stones, men 12. juli 1962 verður framvegis roknaður sum teirra stovningardagur.
Og hóast manningin hevur skift eitt sindur, spæla teir enn, og í nógv ár eru teir kallaðir heimsins besta rockorkestur.
Teir hava spælt um alla verðina og í hesum sambandi hava teir spælt fyri fleiri fólkum enn nakað annað orkestur.
Teir hava havt eitt ótal av løgum ovast á alskyns tónleikalistum. Teir, sum manna bólkin í dag, eru Mick Jagger og Keith Richards, sum báðir vóru við í upprunamanningini og sum vóru 18 ára gamlir stovningardagin.
Hinir báðir orkesturlimirnir eru Charlie Watts, sum hevur verið fastur limur síðani í januar í 1963, og og Ron Wood, sum hevur verið við síðani 1975.
Nú eru teir komnir upp í árini. Trummusláarin, Charlie Watts er 71 og bæði Mick Jagger og Keith Richards fylla 70 næsta ár. Ron Wood er ein unglingi afturímóti, hann er 63.
Tað hevur ljóðað, at Rolling Stones ætlar sær á konsertferð næsta ár at hátíðarhalda dagin, men tað er ikki vist, at hon verður so umfatandi, tí sum onkur teirra hevur sagt: Vit eru ikki heilt ungir longur.









