TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis í Luzern.
Gunnar Nielsen tímir ikki at tosa um "heiðurlig tap", og hann er vónbrotin um tapið, men mett í mun til Portugal vóru nógvir batar. Tó harmar tað hann, at føroyska liðið ikki kom til fleiri málmøguleikar, sum liðið hevur megnað í dystum fyrr í ár.
Gunnar Nielsen heldur tað er góðkent at fáa fýra stig í fýra dystum, og nú fer hann saman við liðfeløgunum á landsliðnum í holt við eitt nýtt landsliðsár við góðum treysti.